10.10.15

Jól, svart uppá gult longu í heystfrítíðini


Í dag rendi eg meg í hetta jólaskeltið í Bónus. Eitt torn av blikkum við bommum og karamellum. Svart á gulum er sjónligasta skriftin. Tað vísa allar grafiskar kanningar í øllum heiminum. Svart á gult er effektivt og sigur alt. Tí eru tað ikki allir handlar, sum brýggja seg um at brúka svart á gult. Fert tú út í verðina og steðgar forpøst í Keypmannahavn, so sært tú svart á gulum í Netto, men ikki í Irma og als ikki í Magasin. Har vilja tey vera fínari og hava tørv á fjala, at tey eru dýrari fyri brúkaran. Men í Lidel í Týsklandi koma svart-gulu skeltini undan aftur. Tí har eru tey allar bíligast í Norðurevropa, í Lidel. Svart uppá gult, tað er the new black. Og enn eru 75 dagar til jóla. Brúka teg so, kjeri brúkari.