Skip to main content

Montasja ella reportasja?


Í hesum døgum er kjak millum fólk um montasju, ljóðmynd, hoyrispøl, útvarpsleik og reportasju. Orsøkin er, at Linda Mortansdóttir í farnu viku frumsendi Føroya fyrsta útvarpsbiograf um tvíburðabróðurin Rasmus Rasmussen í Tjóðpallinum. Ikki sum sýning, men sum hoyring. Sigst, at sama montasja verður send í sínum natúrliga elementi, í Útvarpinum, komandi leygarkvøld.

Í landinum eru vit vælsignað við orðabókum, sálmabókum og Bíblium. Men hvørki orðið montasja ella reportasja eru í Orðabókagrunninum. Tó, hyggja vit í orðabøkurnar hjá Sprotanum, so finna vit bæði orðini í donsk-føroysku og ensk-føroysku orðabókunum, soleiðis:

DA-FØ: Montage: tilgerð, sam(an)seting, frásøgumynd (mynd, ið er samansett úr mongum smáum myndum, sum geva heildarmynd), montasja
EN-FØ: ljósmyndasamanseting, montasja

DA-FØ: Reportage: frásøgn, (beinleiðis) frásøga el. frágreiðing (ofta frá sjálvum hendingarstaðnum)
EN-FØ: (forml.) tíðindaflutningur (hvussu fjølmiðlar lýsa tíðindi); frásøga

Sum sæst, fer montasjan í størri mun aftur um evnið, og setir sær fyri at geva eina heildarmynd av evninum, sum útvarpsfólkið frítt hevur valt at kava í, og bera fram fyri lurtarum, tá montasjan er liðug og klár at senda.

Reportasjan verður í størri mun knýtt at beinleiðis útvarpssending av staðnum, har hendingin fer fram beint nú.

Sum ein væl etableraður mentanarstovnur skrivar Útvarpið seg eisini inn í eina søgu, har tøkni og manning í meir enn hálva øld hava klippt og sett saman ljóð, so vit sum frá líður fingu hoyrispøl og ljóðmyndir, ið eru drama og ikki fakta av tíðindadeildini.

Við støði í hesum praktiska útvarpsarbeiði verður nomið við markið, sum altíð er millum trúverdigu og staðfestandi reportasjuna her og nú, og montasjuna, sum eisini kann fevna um poetiskar hugleiðingar hjá lyklapersónum, sum nú menna hesa sjangru, montasjuna, og førka okkum móti einum hugsaðum útvarpsbiografi.

Má siga, at hetta er fantastiskt. Góða eydnu, øll tit mongu, sum taka útvarpsmiðilin í so stórum álvara. Har er heimliga miðlaframtíðin, tí har kunnu vit gera mun.

Myndina omanfyri, hana av heimsins besta fjølmiðli, tók eg í Tema Radio við J.C. Svabosgøtu í 2008. Hesa niðaru tíðarvilstu Útvarpsmyndina tók eg til stuttleika í bilinum nú ein dagin.