Skip to main content

Svetlana Aleksijevitj fær Nobelvirðislønina


Sara Danius, fyrsti kvinnuligi skrivari í Svenska Akademinum, hevur á middegi kunngjørt, at bókentavirðisløn Nobels 2015 verður latin 67 ára gomlu hvítarussisku Svetlanu Aleksijevitj, för hennes mångstämmiga verk, ett monument över lidande och mod i vår tid.

Svetlana sæst omanfyri á mynd, sum Magnus Hallgren hevur tikið fyri svensku avísina Dagens Nyheter.

Svetlana er journalistur og rithøvundur, sum hevur skrivað skaldsøgur á russiskum av dokumentarslagnum um Sovjetmenniskjað, sum sviar siga. Kendastar eru Bøn fyri Tjernobyl, Kríggið hevur einki kvinnuandlit og Tíðin second hand: endin á reyða menniskjanum.

Týski P.E.N. felagsskapurin upplýsir, at síðan Lukasjenko kom til ræðið í 1998, hevur Svetlana verða bannað, eins og allar hennara bøkur hava verið bannaðar at lesa í Hvítarusslandi.

Eina tíma undan hevði Svetlana sjálv longu tweeta úrslitið til allan heimin:


Virðislønin, sum verður handað í Stockholm hin 10. desember, er 8 milliónir svenskar krónur, umframt allar medaljur og heiðursbrøv, og ein marknaðarføringsstuðul, ið ikki kann keypast, at náa allan heimin við verdugum skaldskapi.

Her síggjast allir høvundar, sum hava fingið Nobelvirðislønina fyri bókmentir, 107 virðislønir, sum síðani 1901 eru handaðar 111 høvundum.

14 kvinur hava fingið Bókmentavirðislønina, í 4 førum er virðislønin skift millum tveir høvundar, yngsti høvundur at fáa virðislønina var Rudyard Kipling, sum var 42 ár, tá hann fekk hana fyri The Jungle Book í 1907, elsta var 88 ára gamla Doris Lessing, sum fekk virðislønina í 2007 og miðalaldurin hjá virðislønarmóttakaranum er higartil 64 ár.

Einasti virðislønarmóttakari, sum hevur vitjað í Føroyum, er írski Seamus Heaney, sum í 1995 fekk bókmentavirðisløn Nobels fyri "works of lyrical beauty and ethical depth, which exalt everyday miracles and the living past". Hann vitjaði Listastevnu Føroya fyri tíggju árum síðani.

Myndina av Saru Danius, niðanfyri, tók Helena Paulin-Strömberg, sum loyvdi mær at brúka hana. Sara er fødd í 1962 og er bókmentafrøðingur, ummælari og høvundur. Í 2013 varð hon vald í Svenska Akademiið, og bleiv sum fyrsta kvinna skrivari, ständiga sekreterare, sum sviar siga á klassiskum kanselimáli, 1. juni í ár. Tað var Gustaf III, sum við endamálinum at arbeta uppå Svenska Språkets renhet, styrka och höghet stovnaði Svenska Akademiið í 1786.