Skip to main content

Til lukku, SEV!


SEV fær Náttúru- og umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins í 2015 fyri at gera føroyska elveiting grønari. Virðislønin er 350.000 krónur, sum SEV stjórin Hákun Djurhuus fekk handaðar í Hørpuni í Reykjavík í kvøld saman við standmyndini Nordlys. Omanfyri sæst formaðurin, Jákup Suni Lauridsen, halda røðu.

Á informatiónsríku heimasíðuni hjá SEV sæst greitt, hvussu el-orkuframleiðslan er í løtuni, og hvussu hon er býtt sundur. Klikk á myndirnar og kom beint á upplýsingarnar:


Tann blaðsíða, sum eg er fegnastur um í nýkomna atlassinum hjá Námi, er á síðu 34. Har hevur Ole Wich teknað eitt regnkort, sum eftir tølum hjá Eliasi Davidsen frá 1992, ið aftur byggja á tøl frá DMI í árunum 1961-1990, og nýggjum upplýsingum frá SEV um avfalsøki, vatngoymslur, vatnorkuverk, rør, tunnlar og áarinntøk, vísur elframleiðslu í meðal fyri árini 2004-2013. Eitt spennandi regnkort úr hæddunum í okkara egna landi. Takk fyri upplýsingarnar, SEV!


Norðurlendska hátíðarløtan í kvøld varð send beinleiðis í íslendskum sjónvarpi og samsend í Føroyum. Eingin onnur sjónvarpsrás sendi beinleiðis frá løtuni, hóast tey sóust sum medprodusentar í rullutekstunum. Tíðindasendingin hjá útvarpinum klokkan 21, ið var endursending frá klokkan 18, nevndi einki um føroysku virðislønina.

Løgið var eisini at hoyra fleiri tosa enskt, sum er blivið alt vanligari á norðurlendskum samkomum. Uppistandsfólkini í Hørpuni gjørdu eisini gjøldur úr, at tey, sum vildu hava íslendingar at skilja og praktisera norðurlendskt, vildu altíð gera tað á donskum.

Kanska er nakað um tað. Viðtikið er, at í Útnorðuri eru danskt lykilin til norðurlendsku málini. Ikki nýnorskt, sum liggur okkum í Føroyum næst. Og einki inuittamál í Kanada hjá grønlendingum heldur.

Á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum, sum eins og alt alment norðurlendskt samstarv er fíggjað við skattapengum, betroede nordiske midler, sæst enn eingin føroyskur tekstur. Tí er grundgevingin sjálvandi á donskum:

Motivation: Prisen går til det færøske elselskab SEV for dets ambitiøse mål og innovative tiltag for en grøn elektrificering af det færøske el-net. Arbejdet er ikke kun af betydning for indfasningen af fornybar energi på Færøerne, men også for det europæiske net. På grund af dets ambitiøse mål og kreative indsats for at reducere brugen af fossile brændstoffer er SEV en værdig vinder af Nordisk Råds natur- og miljøpris 2015.

Meðan onnur fá ilt í reyvina av at kommunukativt enskt verður brúkt í norðurlendskum samstarvi, fái eg bløðandi reyvaskriða av at føroyskt hvørki sæst ella hoyrist í norðurlendskum samstarvi.

Míni ráð til teir føroysku politikarar, sum taka lut í almenna norðurlendska samstarvinum er, at tit tosa føroyskt. So kann lurtarin og móttakarin av boðunum gera sum honum líkar. Vilja tey tulka, yppa øksl, ella halda fram at krevja danskt úr okkara munni? Ella venda aftur til kollektivu semjuna um at praktisera eitt gøtudanskt, ið summi kalla blandinaviskt, eitt stættarleyst, semjusøkjandi samskiftismál í einum týdningarmiklum horni í heiminum - tí Norðurlendska!

Til lukku SEV!

Ovastu myndina tók Magnus Froderberg/norden.org