24.10.15

Vetrartíð


Nú summartíðin endar fall fyrsti kavin í túnið. Í morgin er vetrartíð og klokkan tvey í nátt verður hon sett ein tíma aftur, til klokkan eitt. Tá hava vit aftur vanliga tíð og ikki ljóssparandi dagstíð. Síðani 1980 hevur løgmaður havt heimildina at flyta klokkuna. Við hesi løgtingslóg kann løgmaður áseta, at samdøgrið byrjar ein tíma fyrr í mun til vanliga tíðarrokning. Hesa fyrstu vetrarnátt verða vit vælsignað við einum dupulttíma. Veit ikki, um tey sum hava náttarvakt siga tað sama. Har eigur at vera spennandi at síggja, hvussu tími a og tími b verða honoreraðir á lønarseðilinum. Í øðrum londum verður ávarað um at koyra bil ímorgin, tí bæði sjafførar og dýr, sum krossa vegin, skulu laga innaru rútmuna til broyttu klokkuna. Tað tekur drúgva tíð, sigur danska heimasíðan Vintertid. Men samstundis er Útvarpið vaknað úr dvala. Nú enda tey ikki við eini snollutari harmoniku klokkan sjey eitt prime time leygarkvøld, men hava lovað Jákupi Magnussen framat vetrarskránni við Plátubarrini. Tað gleði eg meg til. Góðan arbeiðshug í fyrstu vetrarnátt, Jákup!