Skip to main content

Vit rópa okkum talgild, men enn sita vit við pappírinum



Skúlablaðið 5/2015

Magni á Lakjuni, ið er útbúgvin maskinsmiðjur og maskinmeistari, byrjaði sum undirvísari á maskindeildini á Tekniska skúla í 2000. Eftir fýra árum gjørdist hann annar av tveimum inspektørum, sum undirvístu hálva tíð og so sótu á kontóri, sum Magni sigur. Í fjør tók hann diplomútbúgving í leiðslu.

Á skrivstovuni fyllir Times Square bakveggin. Umframt natúrligan útlongsul í einum oyggjasamfelag, hómi eg eitt greitt ynski um at knýta høvd og hendur saman frá niðast til ovast í skúlanum. So kemur kaffi á borðið.

Undirvísingarleiðari

Tá starvsfelagin fór at leiða Tórshavnar Kvøldskúla, varð Magni einsamallur undirvísingarleiðari við 300 næmingum og 70 starvsfólkum.

- Síðstu árini hava vit gjørt tillagingar í skúlanum, so vit hava eina flatari skipan, har størri ábyrgd verður løgd út á deildirnar. Eg undirvísi nakað, og so er tað umsiting og námsfrøðilig ráðlegging. Og ikki minst skal eg síggja til, at øll, næmingar og starvsfólk, eru nøgd.  Tí førleikamenna vit lærarar til fakini. Endmálið er at hava nøgdar næmingar, ið læra nakað og verða mentir. Hetta krevur somuleiðis nøgdar lærarar, sum eru væl fyri fakliga og duga at formidla. Og so er umráðandi, at næmingurin hevur lært nakað, tá hann fer, í mun til tá hann kom, og at hann skal tíma at koma her. Sangleikirnir í Norðurlandahúsinum hava verið eitt perspektiv í tí hugsanini. Tvørfakligar verkætlanir hava eisini givið góðar samanrenningar, ikki minst tá vit framyvir hugsa um skúladepilin, sum verður liðugur í januar í 2017. Nú er rektari settur, og hann hevur longu ætlanir, so alt er til reiðar, tá skúlin byrjar. Men tað er so nýtt enn.


YouTube vendi floksstovuni

Magni hyggur hugsunarsamur upp og sigur, at eitt, sum er týdningarmikið í læringini, er sannkenningin av, at onnur eru bundin at tær, og at tín loysta uppgáva er treytað av, at eisini onnur koma víðari. Hann leggur pennin frá sær og sigur, at tá kemur toymisandi natúrliga inn í læringina, ger nyttu og avspeglar samfelagið.

- Hugsa vit nøkur ár aftur, so var teldan eitt amboð, vit brúktu ístaðin fyri pappírið. Nú opnast heilt aðrir møguleikar, og eg kann gera nógv øðrvísi. Várið 2011 undirvísti eg í støddfrøði og uppdagaði, at eg ofta endurtók meg sjálvan fyri næmingunum, sum allir høvdu ymsan tørv. Tá fann eg uppá at gera smáar videosekvensir í 3-5 minuttir um ymsu evnini, so sum brøkar, krossskipan og Pythagoras, sum í dag verður nevnt Flipped Classroom, og so leggja tað á YouTube og geva næmingunum slóðina. Tað fekk sera góðan respons frá næmingunum, eisini frá foreldrum, og mammur at børnum í fólkaskúlanum brúktu tað, sigur Magni og avdúkar, at hann eisini er pápi og formaður í skúlaráðnum í Eysturskúlanum.

- Eitt einfalt kamera stóð uppi yvir borðinum, har eg skrivaði í hond niður á pappír, og tók upp. Blýant, pappír og videokamera, einki annað. Og so er skíggin vorðin pappírið. Tað riggaði so væl, at vísingarnar skjótt vóru fleiri enn 4000. Har byrjaði áhugin, og síðani hevur tøknin eisini lagt upp til at gera undirvísingina øðrvísi inni í skúlastovuni.


Pappírsleys, men ikki talgild

Men enn sita vit við pappírinum. Og tað er ikki akkurát har, at tøknin er. Vit kunnu fara inn í Google Street ella í  eitt gott 3D rúm, sum eg royndi við Camp Nou, innan eg í summar fór til Barcelona. Tá eg so kom har, kendi eg meg aftur, tí eg hevði verið har - í 3D heima í telduni. Og tá kunnu vit spyrja okkum sum undirvísarar, hvussu vit brúka tøknina. Brúka vit enn heimskortið, so sum vit kenna tað undir loftinum, ella fara vit inn handan vegin, sum eg nú vísti tær á telduni, sigur Magni við stóra og klára skíggjan.

- Hugsa vit bara um Facebook, so kom tað í 2004, tá okkara næmingar vóru 6 ára gamlir. So í teirra verð hevur Facebook altíð verið. Eg síggi tann vandan, at vit sum fyriskipandi brúkarar, ikki eru vaksnir upp við hasum. Tí seta vit pappírið framhaldandi í staðin fyri iPaddin, og so rópa vit okkum talgild, sum í mínari verð bara er at vera pappírsleysur, sigur Magni tendraður.

Avbjóðingin er í krossfeltinum, sjálv at vera vaksin upp í eini analogari siðvenju, meðan næmingurin er talgilt innføddur. Og so at tora at eksperimentera við nýggjum amboðum og ofta blamera seg og tora at verða almennur á netinum. Sum undirvísarar mugu vit tora at traðka út úr okkara komfortzonu við at eksperimentera og lata onnur koma inn í okkara flokshøli.

Afturlatna hurðin

Tá lærarin fer inn í stovuna, og so fer hurðin aftur, og verðin er úti. Lærarin er einsamallur inni við sínum næmingum. Eingin skal koma inn og órógva, hvussu undirvísingin fer fram.

-Vit hava roynt at lata dyrnar upp, gera  eftirmetingar og fáa lærararnar at vitja hvønn annan og geva konstruktivan kritikk. Men enn eru vit mestsum einsamøll í sama rúmi. Tað er trupult at lata onnur sleppa inn. Bill Gates vísti einaferð eina mynd av Messi, har Guardiola, venjarin, heldur um hann, peikar og beinir hann ein ávísan veg. “Even the world’s best football player needs a coach,” sigur hann og vendir sær til skúlan, har heimsins týdningarmesta starv, lærarastarvið, verður útint uttan nakað slag av coachmentan.


KT amboð í undirvísingini

YouTube hevur riggað væl í undirvísingini hjá Magna. - Sum amboð eru multiple choice, QR-kotur, Jeopardy quiz, Todaysmeet og Screencasting eisini góð, tí tey aktivera næmingin, hin tigandi, eins og tann, ið altíð hoyrist. Tú fært gott respons, serliga í bólkum, og møguleikarnir fyri læring eru góðir. Í Google kunnu næmingar og lærarar skriva í sama skjal, og arbeiða í felag ímóti eini framløgu. Tað er eitt dynamiskt amboð.

Tøknin er ein stórur amboðskassi, ið er alla staðni og til øll høvi, sigur Magni. - Vanliga siga vit, at duga vit Office pakkan, so duga vit telduna. Men tað er kanska bara hamarin. Avbjóðingin er at tora at fara niður í amboðskassan at royna nýggj amboð.

Sjálvur havi eg roynt at samantvinna ymsar skipanir. Facebook er útmerkað til skjótt samskifti og kann slóða til onnur skjøl og filmar. Vit hava brúkt FirstClass sum almenna skipan í mong ár, bæði sum postskipan og til tilfar, sum slóðast kann til, og so gera næmingar og lærarar bólkar sínamillum á Facebook.

Men gamla talvan sæst eisini á skrivstovuni hjá Magna. - Eg brúki bæði.  Men nýggjasta talvutøknin er enn ikki nøktandi, so tað ganga nøkur ár, innan krittalvan er burtur.

SAMR modellið

Námsfrøðiliga hugsanin um KT tekur støði í SAMR modellinum hjá Ruben Puentedura. Bókstavirnar standa fyri verandi KT-støði, og hvussu tað kann verða hækkað í undirvísingini og fáa næmingin við í læringina, sambært Blooms taksonomi. Modellið byggir á 4 stig, har lærarin kann fara upp eftir stiganum, og skapa eina spennandi og mennandi frálæru.

Magni tekur pennin og eitt blankt pappír og strikar fýra puntar av og skrivar S-A-M-R.

- S er substitution, sum merkir útskifting, at vit bara brúka eitt telduamboð at lesa tað sama, sum er á pappíri, sum heimskortið flutt á PDF og víst á stórskíggja. A er augmentation, sum er ein øking, har vit brúka telduna og kunnu fara inn á Google maps, síggja myndir og zooma. M er modification, har størsta umskapanin fer fram, har kreativi lærarin kann hugsa audiotivt og visuelt, so filmar úr heimspørtum kunnu vísast. R er redefinition, har teldutøknin letur upp fyri møguleikum, sum ikki vóru gjørligir í gomlu skúlastovuni, til dømis at gera ein dokumentarfilm um eitt givið evni, ella uppliva Camp Nou í 3D.

Magni faldar pappírið og leggur pennin frá sær, og sigur avgjørdur, at SAMR kann hugsast inn í øll fak.


FirstClass ein gomul avbjóðing

Størsta yvirskipaða avbjóðing á KT-økinum er helst FirstClass. Skipanin hevur meira enn 15 ár á baki og er ikki stórvegis broytt.

- Tað hevur riggað væl til tað, sum skipanin dugir, men tað eru hendar so nógvar broytingar, sum lata upp fyri góðari læring, har FirstClass sum læruskipan ikki er dagførd í nøktandi mun. Vit standa í stað og brúka ikki teir møguleikarar, sum er tøkir. Og hvat er so at gera, spyr Magni varisliga út í luftina, sum væntar hann at orðini brotna, tá mentamálaráðharrin hoyrir tey.

- Tann avbjóðingin er stór. At fáa eina politiska útmelding, hvat vit øll ynskja. Hvør er KT-ætlanin hjá Mentamálaráðnum í sambandi við skúlarnar. Hvagar skulu vit sum skúli og samfelag fara? Hvussu brúka vit KT konstruktivt í undirvísingini? Í heyst havi eg verið á einari danskari ráðstevnu um Web 3.0, har tosað varð um felags KT-strategi og verkseting av einum námsfrøðilgum og didaktiskum grundarlagi, í mun til nýggjar skúlaætlanir, eins og vitanardeiling innan ymsu skúlarnar. So langt eru tey komin har, meðan vit ikki heilt vita, hvar vit eru og skulu fara. Men vit, og aðrir skúlar við, hava nógv góð boð, skuldi politiski myndugleikin ynskt at hoyrt tey. Møguleikarnir fyri málrættaðum samskifti og at flippa stovuna í lærutilgongdum hava ongantíð verið betri enn nú.

- Vit eru klár, sigur Magni og tømir krússið.

Grein í Skúlablaðnum 5/2015, sum er serblað í sambandi við átakið 'Skúlin í netverkssamfelagnum - kunningartøkni ein týåandi viðspælari' í Norðurlandahúsinum 26.-29. oktober í 2015