Skip to main content

26 ára gamli Henrik Martin Dahlsbakken eigur besta norðurlendska filmin


Í kvøld varð kunnugjørt í beinleiðis sjónvarpssending úr sjónleikarhúsinum í Lübeck, at høvuðsvirðislønin á Norðurlendsku Filmstevnuni í ár fer til Noregs fyri filmin Å vende tilbake.


Ungi norski leikstjórin, Henrik Martin Dahlsbakken, var himmalsfegin, tá hann tók móti NDR Filmsvirðislønini, sum er 12.500 evrur. Her sæst hann saman við kringvarpsstjóranum í Norddeutsche Rundfunk, Lutz Marmor. Myndina tók Olaf Malzahn fyri Nordische Filmtage.


Ísland hevur verið væl umboðað við góðum filmum í ár. Filmurin Fúsi (Virgin Mountain) hjá Dagi Kára, vann ikki bara Lübecker Nachrichten Áskoðaravirðislønina, men eisini Interfilm Kirkjuvirðislønina. Leikstjórin Dagur Kári var til staðar og fekk virðislønina. Saman við honum var høvuðsleikarin Gunnar Jónsson, sum eisini fekk serliga heiðurliga umrøðu fyri filmsleiklutin sum Fúsi.


Triðja virðislønin, sum fór til ein íslendskan film, var Baltiska virðislønin, sum fór til veðrafilmin Hrútar, (Rams), sum mikudagin setti filmsstevnuna, ið er hin einasta árliga afturvendandi í heiminum, sum sýnir norðurlendskan film.

Camilla Nielsson úr Danmark fekk virðisløn fyri Democrats, sum varð mettur at vera besti heimildarfilmur í ár.

Niðanfyri síggjast allir vinarar á pallinum í sjónleikarhúsinum í Lübeck. Myndina tók Olaf Malzahn fyri Nordische Filmtage. Aðrar virðislønir síggjast á heimasíðuni hjá Norðurlendsku Filmstevnuni.