6.11.15

Danskur krígsfilmur er besta Oscarboð


Danski filmurin Krigen (Tobias Lindholm 2015) við Pilou Asbæk í høvuðsleiklutinum er besta kortið á norðurlendskum hondum, at vinna virðislønina sum besti útlendski filmur í Oscarspælinum í 2016. Tað eri eg sannførdur um eftir at hava sæð Krigen í dag. Umframt at vera dokumentariskt realistiskur spælifilmur, alment viðkomandi og týdningarmikil í breiðum samfelagskjaki, er hann aktuellur, tí hann snýr seg um krígsluttøkuna í Afganistan og ikki minst um eitt rættarligt eftirspæl heima í Danmark, har børnini spyrja um tað passar, at pápin hevur dripið børn. Hvør sigur sætt, og hvat tænir persónligu, tjóðskaparligu og altjóða rættarligu søkini? Sterkur filmur, sum umframt í Danmark, eisini er tikin í Turkalandi, Spania og Jordan. Leikstjórin Tobias Lindholm og kendi leikarin Pilou Asbæk hava fyrr arbeitt saman.


Tá Oscarvirðislønirnar verða handaðar í Hollywood á 88. sinni hin 28. februar 2016, verður eins og undanfarin ár spennandi at fylgja við í kappingini um besta útlendska filmin, Best Foreign Language Film.

Í ár eydnaðist Filmsfelagnum at vísa allar teir fimm filmarnar, sum síðst kappaðust um hesa somu virðisløn. Teir vóru pólski Ida, sum vann, russiski Leviathan, georgiski Mandariunur, móritanski Timbuktu og argentinski Wild Tales. Tilsamans fimm fantastiskir filmar, sum geva okkum livandi innlit í filmsgerð í fjarum londum, ið øll hava eina ríka filmsmentan og ein livandi filmsídnað. Estiski Lembit Ulfsak, sum hevði høvuðsleiklutin í Mandarinum, hevur í ár høvuðsleiklutin í finska filminum Fiktarin.

Øll luttakandi filmslond hava valt ein film, sum umboðar teirra land. Filmsnevndin, The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, kannar eftir, at filmarnir hava verið sýndir í biografunum í tíðarskeiðnum frá 1. oktober í 2014 til 30. september í 2015, og at filmurin ikki er gjørdur í USA og hevur eitt annað høvuðsmál enn enskt.

Filmarnir verða mettir á fundi í fremmandamálsnevndini í The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, sum velur seks filmar, ið sleppa víðari. Síðan velur ein onnur úrvalsnevnd tríggjar filmar, fyri at tryggja eina javnvág. Nú eru níggju útlendskir filmar á listanum. So hyggja tvær amerikanskar filmsnevndir, ein á eysturstrondini og ein á vesturstrondini, eftir teim níggju filmunum og semjast um fimm filmar, sum endaliga verða settir á Oscarskránna sum kappingarneytar.

14. januar verður kunngjørt, hvørjir filmar eru á endaliga Oscarlistanum.

Øll fimm Norðurlondini, ið hava ein filmsstovn, hava valt ein film í part til kappingina um heimsins besta film, sum ikki er amerikanskur. Teir fýra úrvaldu leikstjórarnir eru føddir í 70’unum, meðan eini leikstjórin, svenski Roy Anderson, er 72 ára gamal. Í bókstavarøð eftir landi, eru teir fimm norðurlendsku filmarnir hesir:

Danmark: Kríggið (Krigen), sum Tobias Lindholm (f. 1977) hevur leikstjórnað

Finnland: Fiktarin (Miekkailija), sum Klaus Härö (f. 1971) hevur leikstjórnað

Ísland: Veðrar (Hrútar), sum Grímur Hákonarson (f. 1977) hevur leikstjórnað

Noreg: Flóðaldan (Bølgen), sum Roar Uthaug (f. 1973) hevur leikstjórnað

Svøríki: Ein dúgva sat á eini grein og hugsaði um tilveruna (En duva satt på en gren och funderade på tillvaron), sum Roy Andersson (f. 1943) hevur leikstjórnað.


Enn ein danskur krígsfilmur er Under sandet (Martin Zandvliet 2015), sum fyri mesta partin fer fram á týskum. Filmurin skrivar seg inn í røðina av nýggjum filmum, sum nýtulka hevdvunnu donsku fedralandssøguna, tá hon er minst tekkilig. Her eru tað fangaðir týskir soldátardreingir, sum eftir krígslok verða settir at grava upp landminur við donsku Vesturstrondina. Arbeiðsgevari er ein danskur Hitler, ið sum frálíður gongur í seg sjálvan. Ein vemmiligur filmur, sum eg var spentur at síggja saman við týskum áskoðarum. Kríggj er kríggj, segði ein arbeiðsleysur matematikari, sum er føddur í Eysturtýsklandi og ikki vildi avmyndast. - Vit kenna søguna og mugu liva við henni, segði hann og fór á barr.





Ein hugtakandi íslendskur ungdómsfilmur er Þrestir (Rúnar Rúnarsson 2015), sum hevur enska heitið Sparrows. Kom at hugsa um søguligu yvirskriftina í Weekendavísini, tá hin freki Ulrik Høy kom til Havnar í 1992 at lýsa kreppuna. Ein sunnumorgun fer hann út úr Hotel Hafnia. Sitandi á ketunum um Løgtingshúsið sær hann Mervin, ið hann lýsir sum umboð fyri mest marginaliseraða bólkin í landinum 'en gravid transvestit'. Men Mervin gevur honum yvirskriftina: Kreppan er ikki í bankunum, hon er inni í húsunum. Soleiðis er í filminum Þrestir, sum lýsir viðurskiftini millum pápa og son. Í filmiskum frásøgustíli er leikstjórin Rúnar ikki ólíkur Sakarisi Stóra, tá hann í altjóða optikki lýsir ungdóm á bygd, ið ger fyrstu royndir at fóta sær í vaksnamannalívinum.


Ein at síggja til kørg, men tó djúpt poetisk samfelagsviðmerking, sum aftur er tikin á Flateyri. Mann fær tann mistanka, at tað er felagsskapurin AA, ið fíggjar filmsgerð á bygd í Íslandi, tí eingin annar enn AA tykist halda lívinum uppi á bygd har í landinum. Í hvussu er sambært nýggjum íslendskum filmi. Í hesum filmi er tað omman, Kristbjørg Kjeld, ið sigur við pápan, Ingvar E. Sigurðsson, at alt var betri fyrr, tá tú gekst til fundirnar hjá AA. Ímeðan roynir sonur og høvuðsleikarin, Atli Oskar Fjalarsson, sum er kastratsangari úr Reykjavík, at fóta sær í nýggju mannfólkatilveruni á bygd, nú mamman er farin til Afrika við einum danskara.


Leikstjórin Rúnar Rúnarsson, hevur verið borin saman við Mike Leigh og Ken Loach. Eg avmyndaði hann fyri fýra árum síðani, tá hann vísti Eldfjall við aktuella Theodori Júliusson í høvuðsleiklutinum. Fyri filmin Þrestir hevur hann longu vunnið altjóða virðislønir í Chichago, San Sebastián og Warszawa.