27.11.15

Emil hundrað


Summi andlit eru serliga spennandi at avmynda. Ikki minst tá tey poséra, rulla eina sigarett, guva og bíða til lúkan fer niður og myndin er í kassanum, fest og tikin úr tíðini. Í 2009, tá Havnin fylti hundrað sum fólkavald kommuna, varð skipað fyri Steffan Danielsen framsýning á Látrinum í Nólsoy. Úrvalið var frá Emil Juul Thomsen, sum her sæst við einum sigarettstubba, sum hann sjálvur rullaði henda dag, 20. apríl í 2009, tá Kinna og eg vitjaðu hann. Emil lænti okkum seytjan málningar til framsýningina, samstundis sum bók um Nólsoyarmálaran kom út. Hetta árið vóru tilsamans 117 tiltøk í Tórshavnar kommunu at fagna fungerandi fólkaræði í hundrað ár. Í dag hevði Emil verið hundrað, um hann ikki andaðist 96 ára gamal hin 12. september í 2012.