Skip to main content

Í Havn er vinnan í fremstu røð


Fert tú ørindi á Posthúsið á Óðinshædd í Havn, so er hetta vakra sýnið beint út í hav móti Nólsoynni, fjørði og himni. Gamaní er hvørki asfalt, gras ella gonguteigar nakrantíð røktir á hesum fjarleiðum, men útsýnið er framúr hjá teim sethúsaeigarum, sum fyri mongum árum síðani hava búsett seg her, og ikki minst hjá komandi eigarunum í snøggu reyðu íbúðum, sum Búsetur letur byggja í ovara borði longur niðri á Óðinshædd. Men bíða nú. Tá eg bakki av parkeringsplássinum niðanfyri Posthúsið, er hetta útsýnið, sum sæst niðanfyri. Aftur ein svartur Havnarveggur, sum skýtur seg upp í sýnsfeltið og tekur alla luft og alt ljós frá borgarunum, á sama hátt sum á Konmansmýru, har BankNordik hevur bygt svartar veggir upp fyri niðastu húsini á Spógvavegi.


Frá skaparans hond er natúrliga útsýnið á hesum leiðum so, sum sæst niðanfyri. Oyggin og fjørðurin, sum er frítt fyri og altíð hevur verið tað.


Til kommunan gjørdi av, at vinnulívið í Havn hevur størri tørv á náttúru, fenaði og fríum útsýni, og setti eina Brøyt at grava lendið.


Á Kortal-heimasíðuni sæst, hvussu økið er matrikulerað. Her eru fyritøkur sum Formula, Føroya Møblasøla, Thor og so eisini Tórshavnar kommuna, sum við Óðinshædd hava størri tørv á útsýni enn privati havnarborgarin.


Her sæst komandi arkitektoniska vindundrið, sum hevur fingið besta sýnið og atgongd til náttúru í Havn. Longst til høgru hómast bygningurin hjá Vinnuhúsinum, sum gekk undan í avgerðini um, at vinnan hevur rætt til besta útsýnið. Í hvussu er í Havn.