Skip to main content

Í køldum morgunljósi


Ervaljósið er kalt í morgun. Tað sæst av R.C. Effersøesgøtu, har grønar ferðsluoyggjar eru millum vegirnar. Enn er jólakavin ikki komin, hóast hitamátarin í bilinum sigur tvey stig og fyri fyrstu ferð blunkar við ávarandi frostrósuni.


Sløkkiliðsbilurin er komin á Vaglið við jólabýnum hjá Tórshavnar kommunu, sum nú verður skvisaður inn undir trøðini í Sparikassagarðinum, sum nú kanska eitir Eikigarðurin, G-punktið, Løgtingsgarðurin ella Gongugøtusmogan. Ella bara við kioskina hjá Astu. Kanska er tað mest sigandi staðarnavnið á hesum leiðum. Við kioskina hjá Astu.


Á Áarvegnum er ljósdeildin hjá Tórshavnar kommunu eisini farin at hanga jólini upp at hugna okkum um býin.


Hesa køldu men hugnaligu jólamyndina tók eg í Vágsbotni í fjør, eftir at jólatræið varð tendrað.


Og næstseinasta jólamyndin í dag er úr marsipanhúsinum Niederegger á Breiðugøtu í Lübeck fyri tveimum vikum síðani.


Seinasta jólamyndin er við 24 køldum frá Føroya Bjór. - 24 lúkur eru at lata upp í kalendaranum hjá okkum, sigur Sophus, sum er marknaðarleiðari í Føroya Bjór. - Bjórirnar eru ymiskar, og hvørjar tær eru og, hvussu tær smakka, fært tú at vita, so hvørt tú letur lúkurnar upp, sigur hann, Jú, sanniliga. Jólini nærkast í hvørjum!