24.11.15

Í nógvum hæddum


Edinburgh er ein høvuðsstaður í nógvum hæddum. Tað sæst ikki bara í flúgvandi sirkusinum, sum snarar í øllum vinklum upp móti Walter Scott minnismerkinum við Princes Street, men eisini í gøtunum í gamla býnum, har tú av eini brúgv kanst síggja niður í ein urtagarð, sum í veruleikanum er ein tekja. Her er alt í fleiri hæddum.


Yvir gomlu húsunum á Grassmarket, sum flestu eru vertshús og matstovur, sæst slottið á heygnum. Til allar síður og í øllum kameravinklum eru søgur, ið minna okkum á aldurin á hesum samansetta býi, sum er í so nógvum hæddum og lagdum, Edinburgh.


Eitt privat parkeringspláss sum hetta til Fordbilin hevði eg ikki havt petti ímóti.


Úr sama øki er her aftur ein mynd, ið sýnir samanrenningina millum gamla søgu nýggjan funtionalitet mitt í gamla býnum.


Í smølu brekkuni Candlemaker Row er Joyce Forsyth, sum er sniðgevi og tóvlistafólk. Hon bjóðar inn í handilin. Millum maskinur og tóvirki, nálir og stokkar, poserar hon í egnum verkum í eina horninum.


Uppi á sløttum við Greyfriars Kirkyard er kenda standmyndin av trúfasta hundinum Bobby, sum gevur vertshúsinum aftanfyri navn, The Greyfriars Bobby. Har eru stundir at slappa av.


Klokkan við Princes Street, The Floral Clock, er farin í vetrardvala. Ongar blómur og eingir pinnar í november, siga løgreglumenninir, ið eg spyrji eftir horvnu klokkuni, sum var tað ein gáta hjá Sherlock. Hon hevur verið plantað síðani í 1903 og í 1934 fekk hon klokkuverk, sum sæst stinga upp úr skotsku vetrarmoldini.


Teir flenna og siga, at hetta var eitt verri sirkus. Og tað hava teir rætt í. Henda dag í november hevur sirkus í øllum hæddum vunnið á summarblómandi miðbýnum í Edinburgh.