24.11.15

Kom á heimsins størsta festival!


- Hann er í Edinburgh, heimsins størsti festivalur. Tað sigur Kath M. Mainland, sum er stjóri í The Fringe Society, á tekjuni á St Giles' kirkjuni. Í næsta bygningi á High Street hevur hon skrivstovu.

Kath, sum er úr bygdini Dounby í Orknoyum, greiðir mær frá um orðið fringe, sum merkir í útryðjuni, ella eitthvørt, sum ikki er í miðdeplinum.

- Upprunaliga hevur tað verið fólkslig misnøgd við hin kurateraða og fína Inernational festival her í býnum í 1947. Nú hava vit yvirhálað alt, og tosa um edfringe, defying the norm since 47, nakað, sum í Edinburgh er so fantastiskt og eksplosivt smittandi, at tað bara má upplivast á hvørjum ári, sigur Kath og blaðar upp í hagtølunum fyri stevnuna í ár.

- Í ár vóru tilsamans 50.459 framførslur av 3.314 skrásettum tiltøkum úr 49 londum á 313 ymsum pallum í Edinburgh. Av hesum vóru 1778 frumframførslur. Komediur, comedy, fyltu 34% av skránni, sjónleikur 27%, tónleikur 14%, barnasjónleikur 5% og sangleikur og opera 3%. Her er rúm fyri øllum á skránni, dansi, upplesturi, sirkus og framsýningum, sigur Kath, ið hevur eitt innbjóðandi víðsýni yvir Edinburgh.

Næsti Fringe festivalur verður í Edinburgh í døgunum 5.-29. august 2016. Ferðaskrivstovan 62Norður skipar fyri bólkaferðum til stóru festivalarnar í Edinburgh.