Skip to main content

Kona donsku gentuna

Eitt danskt par, sum er tvørkynt og tvíkynt, fer til París at liva dreymin, ein føroyskur nasistur, ið er óður um list í Politiken í 1907, og so komandi stórfilmurin The Danish Girl, eru naglarnir í eini sjáldsama spennandi myndlistaframsýning við Gerdu Wegener, sum leygardagin letur upp í Arken í Ishøj í Danmark


- Tað er fyrstu ferð, at eitt listasavn hýsir eini framsýning við henni, sigur Andrea Rygg Karberg, ið er savnsleiðari í Arken, har Gerda Wegener er evnið. - Hetta er fyrsta listaframsýning, har málarin er kvinna, og listardísin, musan, er tvørkynd. Øll málari, har kvinnan Lili, sum í veruleikanum er maðurin og landslagsmálarin Einar, hevur sitið modell, eru frá tíðini innan kynsbroytandi skurðviðgerðina, sigur Andrea. Týsdagin slapp eg at síggja savnsvørðarnar til arbeiðis.


- Sum listakvinna er Gerda Wegener, ið er útbúgvin á Kunstakademinum, týðuliga undirmett, sigur savnsstjórin og vísur runt. Her er ein sjálvsmynd við blýanti frá 1905 og niðanfyri ein portrettmynd av Einar Wegener, signerað av Gerdu Gottlieb í 1904:


Í eini lítlari tusjtekning frá 1908, Tvær kvinnur undir stórum hatti, haldi eg meg síggja Edvard Munch aftur:


- Helst er tað aktuelli áhugin at granska transgender, tvørkyndleika, sum nú setur Gerdu, fødd Gottlieb, og ikki minst mannin, Einar, sum seinni fær navnið Lili Elbe, í nýtt ljós. Tey vóru bæði útbúgvin listafólk. Her málar Gerda mannin í 1920 og kallar hann Lili med fjervifte:



Sjálvur var Einar Wegener landslagsmálari, sum eisini sæst á framsýningini í Arken. Hesin málningur úr Beaugency í Fraklandi er frá 1923 og niðanfyri sæst ein musketerlíknandi sjálvsmynd frá 1904:


Í 1924 málar Gerda Wegner aftur mannin Einar við parúkki sæddur aftanífrá. Androgyna myndaverðin er týðulig í flestu verkunum. Málningin kallar hon Lili í summarhitianum:


Gerda Wegener (1885-1940) verður í skránni lýst sum ein kát prestadóttir úr Jyllandi, ið gekk egnar leiðir og bleiv fremsti danski art deco eksponentur. Í 1904 giftist hon við danska landslagsmálaranum Einar Wegener (1882-1931), sum í dag er kendur sum transkvinnan Lili Elbe. París bleiv teirra heimstaður, har Gerda var nógv umbiðin portrettmálari og myndprýðari í kendastu mótabløðunum og í dulnevndum erotika, sum eisini sæst í einum myrkakamari.


Gerda teknaði fyri La Vie Parisienne, La Baïonnette og Le Rire og ofta sat maðurin modell. Undir navninum Lili verður hann miðdepilin í flestu verkunum. Her eru tær báðar, dísin Lili og málarin Gerda, Ávegis til Kapri í 1922:


Í persónssamansettu Ein Summardagur frá 1927, síggjast Einar og Lili sum myndaevnið, og í niðaru myndini Hjartardamu í 1928 er Einar/Lili, aftur myndaevnið:



- Gerda Wegener idealiseraði eleganta skapið á høgu Lili, gav henni langar handliðir og eitt syrgið eygnabráð undir skiftandi parúkkunum. Einar droymdi um, at hann eisini uttanfyri lørftið kundi sameinast við Gerdu og hennara ímyndir av Lili, sum var í einum fremmandum kroppi. Gerda stuðlaði manninum at verða lagdur undir fatala knívin, sum fysiskt skuldi transformera mannin til kvinnu, men endaði við at kosta Lilli lívið, sigur savnsleiðarin Andrea Rygg Karberg. Tað var týski læknin Kurt Warnekros (1882-1949), sum Lili og Gerda hámettu, ið stóð fyri endaligu kynsbroytandi skurðviðgerðini á Staatliche Frauenklinik Í Dresden í 1930. Gerda hevur málað gudalíknandi, men samstundis diabolska læknan sama árið.


Í tíðindaskrivi frá savninum Arken verður sagt, at tað var dekadenta og frivola lívið í París, sum uttan hóvasták góðkendi teirra hjúnarband og samlív, har alt snúði seg um at spæla við kyn og samleika, hon sum tvíkynd og hann sum tvørkyndur. Tey vóru so tætt knýtt og samanvovin, innan og uttanfyri løriftið, at tey verða oftast nevnd bæði í senn. Tá tey gingu á Kunstakademinum, sat hann trúliga modell hjá henni. Hon vann eina teknikapping, sum Politiken skipaði fyri í 1907, men slapp ikki at sýna fram á Charlottenborg sama árið. Hetta fær øði í málaran Gudmund Hentze (1875-1948), ið er attaður úr Uttarstovu á Sandi, sum skrivar soleiðis í Politiken í 1907:

'Efter mange Aars Ørkenvandring har der atter vist sig et Foraarstegn i dansk kunst - et dygtigt og alvorligt Arbejde af en ung Kunstnerinde, Fru Gerda Wegener, er bleven hensynløst afvist fra Charlottenborgudstillingens Censur og derefter stemt ud af den frie Udstillings fast sammenbrændte Klump af Bondemaler.'

Hetta er portrettmálningurin frá 1906, sum Gerda ikki slapp at sýna fram. Myndaevnið á málninginum, sum júst er funnin í New York, er Ellen von Kohl.
- Kanska vóru tað ræðandi sovikamarseyguni, sum gingu aftur í kvinnuportrettunum hjá Gerdu Wegener, heldur savnsstjórin fyri og vísir til eitt akvarellportrett av sangarinnuni og vinkonuni Vibeke Knudsen frá 1930 har femme fatale huglagið er eyðsýnt:


Greinin hjá Gudmund Hetze í Politiken festir í eitt drúgt listastríð, bondemalarstriden, sum stendur við í eitt hálvt ár. Um Gudmund Hentze er at siga, at hann gjørdi stóra málningin Íslendingatoftir, sum Løgtingið gav Altinginum í 1930, og Jóannes bóndi skar rammuna til. Málningurin hongur í einum av teimum stóru fundarhølunum í Altingshúsinum. Hann hjálpti Janusi Kamban og Frimodt Joensen, tá teir komu til Keypmannahavnr, hóast Janus einaferð segði, at Gudmundur yvirmetti seg sjálvan sum listafólk. Hann málaði ein stóran málning, ið hekk á fyrsta klassa umborð á Tjaldrinum, men sum í dag hongur í Skipafelagnum. Í Móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu eru fleiri tekningar hjá Gudmund Hentze, sum vísa aftur á frivolu tíðuna, tá Gerda Wegener blómaði sum listafólk, men í stroki mest eru í slekt við Sikker Hansen, sum vit minnast frá havragrýnspakkanum í Brúgsuni.


Hóast Gudmund myndprýddi Túsund og eina nátt, var Poul Henningsen ikki fegin um hansara list, sum hann kallaði dagligstovupornografi. Eftir týsku hersetingina av Danmark í 1940 bleiv Gudmund nasistur og segðist lokka Mikines í danska nasistaflokkin. Tá misti Gudmund Hentze alla viðurkenning, men varð ikki dømdur eftir krígslok, men varð strikaður úr Kraks Blå Bog.


Eingin avís skrivaði minningarorð tá Gudmund Hentze doyði í 1948. Her er ein pasteltekning, sum Anfinn V. Hansen eigur:


Tá maðurin Einar Wegener gjørdist kvinnan Lili Elbe, varð hjúnarbandið teirra millum ógildað. Einar, sum nú varð Lili, fekk mein av skurðviðgerðini og doyði í 1931. Gerda giftist einum italiumanni, Porta, sum hon fluti til Marokko við, men tey skiltust skjótt og hon flutti til Keypmannahavnar, har hon doyði 54 ára gomul í íbúðini á Vesterbrogade í 1940. Androgyna myndaverðin sást aftur til tað seinasta. Her er ein tekning av einum manni, sum situr modell í 1938:


- Hetta er ein framsýning, sum heiðarar eina sterka listakvinnu, hvørs verk og sjáldsama lívsførsla, raka við nakað serligt í okkara tíð. Við 178 verkum, er hetta hin størsta nakrantíð - og hin fyrsta á einum listasavni yvirhøvur, sigur savnsleiðarin avjørd og lyftir armarnar innbjóðandi út framman fyri mest sjáldsama málninginum hjá Gerdu Wegner.



- Meðan Gerda Wegener fekk stóra viðurkenning í París, har trý verk vórðu innlimaði í Louvre, nú Centre Pompidou, fekk hon aldri somu viðurkennign heima í Danmark, sigur savnsstjórin og telur nakrar orsøkir til ólukkuligu støðuna hjá Gerdu Wegener í almenna daska rúmin.


- Hon var kvinna, hon tok lut í handilsligari massamentan, og hennara tvítýðugi seksualitetur og søgan um mannin, vórðu ov trupul viðurskifti at góðtaka í borgarliga samfelagnum. Við hesari framsýning gera vit vart við listarligu breiddina og sereyðkenni hjá Gerdu Wegener, og siga samstundis ósagdu kærleikssøguna millum málara, musu og modell beint tvørtur av vanligari kynsfatan.


Á framsýningini í Arken eru 178 verk frá hálvtannaðhundrað eigarum. Sambandið teirra millum og stutta lívsleiðin hjá manninum sum kvinna, hevur ikki gjørt áhugan fyri hesi forfjónaðu donsku listakvinnu minni.


4. februar verður filmurin um mannin hjá konuni, sum gjørdist kvinna, The Danish Girl, sýndur alment í heimsins biografum.