Skip to main content

Kúfóður í 20 ár


Leygarkvøldið var tjúgundi jólafrokostur hildin í kúrekafelagnum, sum vit í spølni hava kallað Smápartafelagið Kúfóður. Tveir vóru til arbeiðis, so í ár vóru vit tíggju, ið møttu. Omanfyri metir Petur Rouch um nýggju fløguna hjá Halli, sum ikki bara er tann fimta, men eisini millum tær bestu fimm, sum komu út í ár. Eins og í fyrrárið vóru vit í matstovuni Gepetto á Kráargøtu í Klaksvík. Í fjør vóru vit heima hjá Jóhan á Plógv úti í Mattalág í Havn, har myndin niðanfyri er tikin.


Eftir góða døgurðan í Klaksvík leygarkvøldið vóru uppstillingarnar fyri borðendanum hesar:


Fantastiskt at koyra norður til Klaksvíkar, ganga niður í ein hjallara og fáa eina privatkonsert. við fløguaktuella Halli fremst fyri.

Ragnar í Vík, sum býr í Danmark, var eisini heima og luttók í samanspælinum við góðum sangum, sum ikki bara vóru úr sangbókini hjá Hank Williams.


Oddbjørn Vágslíð hevði skipað fyri kvøldinum. Sum vant legði hann fyri við einum fyrilesturi um ein sang, hesuferð um sangin Sweeney og avstralska sangaran Slim Dusty (1927-2003), og hvussu hugtkin hann var av landsmanninum og skaldinum Henry Lawson (1867-1922), ið var av norskari ætt. Oddbjørn hevði fingið ein heilan pakka av fløgum frá avstralska útvarpsmanninum Toby Dyer, sum fyrr hevur vitjað kontryklubban.


Eftir fyrilesturin um sangin Sweeney, vísti Oddbjørn okkum filmar frá fyrstu ferð til sjóðs. Tað var við trímastraðu skonnartini Skálanes í 1961. Undir fiskiskapi í Grønlandi, kom eldur í skonnartina 17. juni hetta árið. Skipið, sum var úr eik og bygt í Fraklandi í 1931, gjørdist vrak, men øll manningin bjargaðist. Oddbjørn vísti okkum eisini film, sum var tikin umborð á Nónhamri í 1966, tá teir vóru á hemaraveiðu í Nýfundlandi. Filmsparturin endaði við nýggjari svenskari konsertupptøku við Carlene Carter í Dalhalla. So kom døgurðin á borðið. Fyrst leskiligt rækjubland, so høvuðsrætturin, sum var stokt lambskjøt og rullusteik, og rís à la mande omaná. Afturvið vóru sangir hjá Waylon Jennings. Ein tíma seinni valdi Petur Rouch fimm tær bestu fløgurnar í ár. Hann grundgav og spældi brot úr fløgunum.


Fimm tær bestu fløgurnar í ár eru sambært Peturi Rouch, ið er vertur í útvarpssendingini Rót & Rútmu, hesar í tilvildarligari røð: Sarah Gayle Meech Tennessee Love Song, Willie Nelson & Merle Haggard Django & Jimmie, Audrey Auld Hey Warden, Don Henley Cass County, og nýggja fløgan hjá Halli Joensen, sum á føroyskum kallast Lívið er ein lítil løta og á enskum Cozy Cowboy. So var kontrykvissur kantrýmanna við 40 spurningum.


Við næstan fullum stigatali vann Petur aftur í ár. Men tætt í hølunum var Hallur. Petur fekk tí aftur í ár heiðursplátuna, sum Magnus Arge hevur gjørt. Á niðaru myndini sæst Petur við heiðursplátuni, tá hon fyrstu ferð var latin í fjør.


So var Kú Jam til eftir midnátt, so ríkiligt høvi var at býta um ljóðføri. Her hevur Beddi sett seg undir Hawaii-gittaran hjá Milson, sum lánti bassin hjá Noel.


Her er ein mynd úr somu hølum fyri tveimum árum síðani:


Og so fara vit aftur til nútíðina og Kú Jam løtuna í hjallaranum hjá Gepetto í Klaksvík leygarkvøldið. Manga takk fyri matin, tónleikin og vinalagið í tjúgu ár.