13.11.15

Rósur til Jónleif!


Rósur til Jónleif Jensen fyri dramakonsertina Rósu Mariu í Norðurlandahúsinum í kvøld. Hann hevur alla orsøk at fegnast, og vit við honum og øllum teim 60 á palli, og ikki at gloyma teir 12 sangsolistarnar, fyrst og fremst Eva Maria Brynhildardóttir, ið er Rósa Maria og ber leikin væl og longst av øllum. 


Millum sangsolistarnar er eisini Guðrun Sólja Jacobsen, sum eg helt skara framúr í dynamikki og sansaligum soulkarakteri í sterku røddini.


Bæði í sangrødd og teatralskum framburi, er Mike ein einari, sum er uttan samanbering, altíð trygt sannførandi og í samljóð við leiklutin. Soleiðis var eisini í kvøld.


Sum konan og mamman at sjúka barninum, sum doyr, framførir Laila Carlsen besta einstaka sangin í kvøld, afturvið klassiskum gittara og eini reyðari rósu. Mest hugtakandi løta.


Millum hinar sangsolistarnar eru kostiliga parið Jens Marni Hansen og Edith Dahl Jakobsen, sum dansa og koyra biltúr, Ann Chanett Danielsen, Olvheðin Jacobsen, Jóhanna Norðberg Niclasen, Árni Jóhannesson, Páll Brim Joensen og Sissal Grækarisdóttir Magnussen.

Bernhardur Wilkinson stjórnar tónleikinum, Elin Á Rógvi er leiklistarligur konsulentur við ógvuliga einføldum men effektivum rekvisittum og Michael Koba hevur framleitt.


Millum tónleikararnar er ovast og mitt fyri á pallinum hin innbodni stjørnutrummusláarin úr Íslandi, Gulli Briem úr Mezzoforte, og teir 4 stjørnugittaristarnir, Ólavur Gaard, Ólavur Jakobsen, Herluf Lützen og Heðin Ziska Davidsen, sum so undurfult stuðlaðu upp undir gittardrivna rokktónleikin, akustiskan og elektriskan. Mjúkt klassiskan afturvið syrgnu mammuni, síðani Black Sabbathharðan, Hank Marvinharmoniskan og bossanovasvingandi av tropiskum Brasilleiðum. 


Og so blásarar, strúkarar, kórsangarar, ja alla ta væl samanspældu rútmisku heildina, sum perspektiveraði og dróg uppá tráð tónleik í ein mansaldur ella so beint framman fyri okkum. Tónleikararnir vóru Jóhannus Á Rógvu Joensen, Finnur Hansen, Kim Hansen, Andreas Tykjær Restorff, Jona Jacobsen, Angelika Nielsen, Sámal Petersen, Andrea Heindriksdóttir, Katja Volovelskaja, Martin Mouritsen, Peder Riis-Jensen, Eirikur Skála, Atli K. Petersen, Johan Hentze, Olavur Olsen, Hjørtur Pætursson Háberg og Rúni Mouritsen. 


Tað má vera ein dreymur, ja kanska av tí hálv- ella heilerotiska slagnum, at sleppa at skriva tekst við motivi úr søgum hjá Jens Paula Heinesen, sum Bergur Rasmussen er sloppin, til Jónleif Jensen at klæða í tónleik. Nýkomponeraðan tónleik, sum eisini fangar og endurspeglar allan tann tónleik, vit, ið eru javngomul við Útvarpið, munnu minnast av plátu. Ein lívstráður av tónleiki. Frá einum farra av Sgt. Pepper hjá Beatles, til Pink Floyd og Jesus Christ Superstar, kompleksar rútmur og keyboardsøgur hjá Steeley Dan, eitt orðaleyst kvink av Frank Zappa, sum Bergur kanska hevur dikterað í ó-orðum, ja ein hálv øld av rútmiskum inspiratiónum, ljósum og løttum, døkkum og tungum. So punktliga framførdar, at tað var ein sjáldsom fragd, nú so nógv spæla tøkuløg, ja skipa heilar konsertir og events í navninum hjá øðrum, tí onkur fremmand og langt síðani slóknað stjørna fyllir heil- ella hálvrunt. Tá er ein styrkjandi lætti at loysa bilett til nýskrivaðan ektaðan tónleik frá fyrstu hond beint til okkara í Høllini í Norðurlandahúsinum, uttan at nakar tungur mentanarstovnur hongur uppi við. Ein marglætisgáva og eitt fyllishorn av sangi og tónleiki frá tveimum monnum, Jónleivi og Bergi. Tøkk fái teir fyri tað.


Kórsangarar vóru Arina Bischoff, Elspa Samuelsen, Benjamin Gaasedal, Marianna Højsted Horsdal, Aksel D. Remmell, Birita Dam, Helena Sigurdsdóttir Lamhauge, Sámal Jákup Jakobsen, Svanna Hentze í Gong og Billa Úlvsdóttir við Høgadalsá. Í barnakórinum vóru Tinna Andriasardóttir Jacobsen, Sanna Bæk Hoydal, Brandur Kallsberg, Alda Benjaminsdóttir, Marius Dam, Felicia Jógvansdóttir Helmsdal, Julia Seloy og Kristina Martinsdóttir Brodersen.