24.11.15

Skriva í fremsta bókabýi


Skriva eitur skeiðið í skotska filmshusinum The Filmhouse. Einki er at ivast í, at Edinburgh er ídnasti bókabýur, tá vit meta eftir sølutølum hjá høvundum, sum liva og skriva í einum og sama býi. Vit hava júst havt Bókadagar í Norðurlandahúsinum, og tá var nýteknaða Harry Potter bókin løgd framm. Um allan heim hevur høvundurin J.K. Rowling, sum býr í Edinburgh, selt ikki færri enn 400 mió bøkur.


Umfram J.K. Rowling, kunnu vit nevna tilsamans fimm høvundar, sum liva og skriva í Edinburgh í dag, og selja eina rúgvu av bókum kring allan heim. Við sølutølum eru teir Ian Rankin (30 mió), Alexander McCall Smith (20 mió), Val McDermid (10 mió), Irvine Welsh (2 mió) og Christopher Brookmyre (2 mió). Sigst, at Rowling skrivaði fyrstu Harry Potter søgurnar á kaféini The Elephant House, sum við kinesiskum skeltum dregur ferðafólk til sín úr øllum heimi. Eisini Ian Rankin er sæddur í hesum slitnu hølum við George IV Bridge, har ein óprangandi biti fæst til dagin og vegin.