Skip to main content

Føroyar í frosti og lágari sól


Í dag er ellinti í tólvta, dagurin, tá rentur og avdráttir skulu gjaldast, heilt síðani 1656, siga knáir bókhaldarar. Síðan 1888 hevur hesin gjalddagur, og ellinti í sætta, verið kallaðir Fanans føðingardagur á okkara leiðum. Norðmenn siga fyri vist, at fert tú á seiðaberg annan av hesum døgum, so fært tú í besta føri berggyltu, annars bara knurrhana og fjørsing, sum tey stungu seg av og doyðu í Fiskerne hjá Hans Kirk, sum umframt at vera ein meistarlig skaldsøga av jútsku Vesturstrondini í 1928 og Føroyum í dag, so legði sjónvarpsrøðin Fiskerne (Jens Ravn DR 1977) lunnar undir sjónvarp í Føroyum. Tað var tá Kaggin lýsti í Útvarpinum, at tey vístu donsku filmsrøðina í egnum sjónvarpi, at Palleba og Marsanna eisini vildu sleppa at síggja. Soleiðis kom føroyskt sjónvarp í verðina. Indremissión, vesturkystin, Hans Kirk, Danmarks Radio og Kaggin. Tað vóru bollarnir í føroysku sjónvarpssúpanini. Men longu klokkan tvey í dag setur sólin yvir Kirkjubøreyni og rakar nú bara sóloynna, Nólsoy.


Men í dag verður eisini tendrað fyri vetrarsól, sum er sólstøðan á vetri. Frá í dag og fram til 10. januar í 2016 er vetrarsól. So verður jólasól. Hesi hugtøk um ljós og myrkur brúkti Filmsfelagið í 80'unum, tá skipað varð fyri filmsdøgum undir heitinum Vetrarasól.


Í 2009, tá Havnin fylti hundrað sum fólkavald kommuna, varð aftur skipað fyri filmsdøgum í Havnar Bio. Tað var um várið, so heitið bleiv Vársól. Eins og í allari søguni hjá Filmsfelagnum, var tað Ole Wich, ið teknaði búmerkini.


Og so eru vit við filmin. Í kvøld verður kunngjørt, hvør fær spírandi Geytavirðislønina og Áskoðaravirðislønina. Vit bíða spent í glógvandi myrkri. Filmur er góður í frosti og lágari sól.