Skip to main content

Geytajól


So er klárt til Geytajól. Her situr ein vælnøgd dómsnevnd í Barbara Fish House eftir lokið dagsverk í Norðurlandahúsinum. Nú er alt klárt. Kristina og Jórun Sufía serveraðu og tóku myndina av okkum seks. Frá vinstru síggjast Marjun Niclasen, Jan Berg Jørgensen, Sif Gunnarsdóttir, Petri Kemppinen, Inger Smærup Sørensen og eg sjálvur. Petri, sum er innbodni gesturin í ár, er stjóri í Nordisk TV & Film Fond, ið er stovnur undir Norðurlandaráðnum í Oslo. Hvørt ár stuðlar hann spæli- og sjónvarpsfilmi í Norðurlondum við 90 mió donskum krónum. Inger samskipar alt Geytatiltakið fyri Norðurlandahúsið. Eins og undanfarin ár er útselt til filmskvøldið í annaðkvøld, fríggjakvøldið 11. desember. Henda dag hevur føroyskt filmskvøld verið fýra ár á rað, har ein Geytavirðisløn og ein Áskoðaravirðisløn hevur verið latin. Í ár er tað Tryggingarfelagið Føroyar, sum letur Geytan, meðan Tórshavnar Kommuna aftur letur Áskoðaravirðislønina. 22 filmar komu inn og fríggjakvøldið kappast 10 filmar um báðar virðislønirnar.


Hetta er fyrsta ferð at Petri Kemppinen vitjar í Føroyum. - Bara einaferð fyrr havi eg verið bangnari í flogfari, enn í gjárkvøldið, tá vit lendu í Vágum. Tað var tá eg var 24 og fyrstu ferð fleyg til USA. Tá kom eldur í eina motorin. Petri, sum tók við leiðslustarvinum í Norðurlendska Filmsgrunninum fyri tveimum árum síðani, hevur fyrr fingist við listarligt arbeiði saman við gávuríkum ungum.


Eftir morgunmat á Hotel Føroyum vitjaðu vit Rigmor Dam, landstýriskvinnu í mentamálum. Hon kunnaði um stuðul til filmsgerð, sum nú er 900.000 krónur, og greiddi frá, at ætlanir eru at víðka og økja um filmsstuðulin saman við Vinnumálaráðnum. Petri nevndi møguleikan hjá Føroyum at sleppa uppí Creative Europe, hóast Føroyar ikki er ES-limaland. Hann vísti eisini á støðuna í Íslandi, tá tey har í landinum fóru at gera film mest sum úr ongum, men alla tíðina høvdu fyri sær, at filmur er bæði mentan og ídnaður.


Síðan fóru vit oman í Steinprent á Skálatrøð, har Jan Andersson víst framsýningina við Silju Strøm og sjálvan verkstaðin fram. Petri, sum hevur undirvíst í grafiskari list, kendi til steinprent og fleiri av listafólkunum, sum Jan hevði arbeitt saman við. Her tosa teir um eitt stórt prent hjá danska Claus Carstensen, sum hevur arbeitt við útsøgnum hjá yrkjaranum Yahya Hassan, sum gamaní er danskur, men er av palestinskari ætt.


So gekk leiðin niðan í Havnar Bio, har Jákup Eli Jacobsen vísti runt í biografinum og greiddi frá skránni, sum er nett hin sama, sum í øllum norðurlendskum stórbynum, við nýggja James Bond filminum Spectre sum mest sædda filmi, sum Star Wars helst fer at yvirhála fyrsta dagin. Tó so - í fjør varð næstmest sæddi filmur ein amerikanskur religiøsur filmur, Heaven is for Real, sum einki annað norðurland vildi vísa. Eftir Hobban varð hann mest sæddi biograffilmur í Havnar Bio í fjør. Men uttan kioskina hevði tað ikki gingið, sigur Jákup Eli, og Petri váttar, at sama er galdandi í flest øllum øðrum norðurlendskum biografum. - Uttan poppkorn og kioskvørur ganga biografarnir ikki.


- Men hygga nú. Har er ein danskur filmur, sum vit hava stuðlað, sigur stjórin í Norðurlendska Filmsgrunninum og báðir peika á plakatina við Under Sandet, sum verður vístur 20. januar. Ein sjáldsamur filmur, sum lýsir eina nýggja og higartil fjalda danska síðu eftir krígslok.


So er døgurði, og hann eta vit úti undir Bakka í hugnaligu hølunum Umami, har Heidi og Lydia borðreiða við suppu, sandwich, salati og einum grønum orkudrykki. So eru vit styrktir til likams og sálar at fara í Listaskálan at granska Mikines, ávegis niðan í Norðurlandahúsið, har Rúni Friis Kjær hevur gjørt filmarnar klárar til endaliga sýning i stóru Høllini. Har skal vinnarin finnast og orð setast á hann. Alt samalt í semju. Tað koma vit aftur til í annaðkvøld. Men her er Friis. Takk fyri í dag!