15.12.15

Gøtudanskt er framtíðin


Fyrstu ferð eg var í USA, skuldi eg keypa eina Pepsi í eini sodavatnsautomat í durðinum á motellinum. Eg dugdi ikki at velja røttu myntirnar og spurdi eina konu, sum í morgunljósinum rullaði vaskivognin framvið. Hon hugdi í lógvan og tók myntirnar, stakk tær í automatina og hugdi uppá meg, sum var eg minni mentur. Retarderaður. Suffandi tungan á sponskum fór hon víðari, ristandi á høvdinum og tosaði inneftir, sum eg bara helt at føroyskar og álendskar konur dugdu. Eg bleiv illa við og royndi eftir hetta at leggja nógva luft millum meg og tað enska. Hvør skal siga, eg dugi enskt, men tað er ikki mítt móðurmál. Av almakt mátti eg leggja eitt fríhold av einum fremmandum ljóði ímillum. Ein farra av fjarum leiðum, kanska eksotiskum eisini. Harðbalnar føroyskar útróðrarkrúllur millum amerikansku ljóðini, sum vit best kenna frá Desperate Housewives, ið helst sniffa heroin til døgurða, so nasalar tær eru í dagligari talu. Sama ger íslendska Björk, sum í áratíggju hevur búð og arbeitt í Bretlandi. Hon oysir alt Ísland úr sær, bara hon opnar munnin á enskum í London ella Los Angeles. Sama gjørdi gamli Thor Heyerdahl, tá pressan spurdi hann um havið og sigling. Øll hin norska søgan kom upp úr krikanum, bara hann lat upp munnin á enskum. Sama gjørdi Palme og sama gjørdi Anders Fogh Rasmussen, tá hann á enskum talað til heimin av Natoborgini og norski Stoltenberg heldur fram. Er tað tí, at hesi fólk eru so illa skølsett, at tey ikki duga fremmanda málið betur? Nei, tey eru kalkulerandi fólk, sum hugsa, at gamaní dugi eg enskt, men tú skalt vita, at eg eri ikki breti, men eri úr einum heilt øðrum landi, sum eg beri í hjartanum og elski yvir alt á jørð. Á tunguni liggur kalkulerað málsligt meirvirði, ið eg selji afturvið míni aljóða karrieru. Respekt. Og so eru tað øll tey dansktmæltu, sum arbeiða á donskum í føroyskum barnagørðum, undirvísa á donskum í føroyskum skúlum, skriva donsk lesarabrøv í føroyskum bløðum, prædika á donskum í føroyskum kirkjum, taka telfonina á donskum á føroyskum skrivstovum og ekspedera medisin um diskin á donskum á føroyskum apoteki. Eg aksepteri, at danskt verður brúkt í almenna rúminum á føroyska arbeiðsmarknaðinum, men eg respekteri tað ikki. Munurin er funktionell aksept og ideologisk disrespekt. Tí eg haldi, at vit eiga at møta hvør øðrum á sama vølli og á sama støði. Tað gera vit ikki, tá vit frítt lata danan tosa danskt við teirri íbygdu treyt, at vit eisini skulu skifta til hansara móðurmál, tað klingandi danska, bara tí hin byrjaði og legði fremmandar lunnar undir samskiftið. Gøtudanskt er ein hóskandi og til pass avmilitariserað geil at ganga, skulu vit ríkisrættarliga akseptera hvør annan. Tí var tað gott, at fólkatingslimurin, Magni Arge, í dag tosaði við forsætismálaráharran, Lars Løkke Rasmussen, sum ikki er heilt eiðasørur í føroyskum heldur, á gøtudonskum. Bráddliga fekk Lars Løkke orðið Stjórnarskipan at renna um sín munn á meir klingandi føroyskum enn gøtudonskum. Tað er ikki hent fyrr. At ein danskur forsætismálaráðharri á tingi tekur sovritt orð í sín munn. Respekt fyri honum, respekt fyri Magna. Og respektstøðið varð ikki nátt, um vit hildu fram at grulva í harramannadonskum. Striku í sandin. Vit tosa føroyskt, tú tosar danskt. Ber tað ikki til, so kunnu vit møtast á gøtudonskum. Alt annað er málsligt trælahald, ið er blint fyri íbygdu maktini í øllum máli, sum fer um eitt landamark og hevur niðurbundna maktsøgu í viðførinum. Allan heimin fáa vit aldri á tal á føroyskum og eins lítið á donskum. Ímeðan er gøtudanskt framtíðin. Taðveitdenn!