Skip to main content

Heðin hevur nógvar undirsáttar


Eftir eina góða upptakt við eini danskari handilslýsing úr Skálki í Kringvarpinum, sum mær vitandi ikki er loyvt í Føroyum, byrjaði fult lógliga kongasendingin hjá almannavarpinum um Heðin í Havn. Býráðspolitikarar í Havn eru ikki hvassastu knívar í skuffuni, og tað passar konginum væl. Ómælandi undirsáttar. Viljin at traðka í hansara stað er tó stórur. Men í einrúmi við Jan Lamhauge eru teir allir so ótolnir, at teir sjálvdan duga at siga ein fulfíggjaðan setning úr høvuðsstaðnum, Marin Katrina úr andstøðuni kanska undantikin. Tí er ilt at skilja teirra argument, antin at halda við, ella vera ímóti Heðini kongi í Havn. Hetta styrkir meg í fatanini av, at øll tey politiskt valdu í Tórshavnar kommunu eru bæði málsliga og politiskt-retoriskt minni ment. Tá ert tú veikur sum politikari. Men tá kongurin sjálvur kann draga teg inn í Býráðið við ovurhonds atkvøðum, ger tað ikki so nógv. Og tá verður tað skjótt til eitt óalment heiðurskall, at forsvara kongin í einum og øllum. Kongurin hevur drigið teg inn í hitan og har er gott at vera. Vansin er, at Havnin er blivin eitt óupplýst einaveldi uttan at vit óupplýstu skattagjaldarar vistu av tí. Ongin hevur verið at upplýsa okkum. Og aftur eigur kongurin trumfin og útgangsreplikkin: Eg vil ikki spæla við, sigur hann. Tað er vánaligasta journalistiska avrik í allari verðini, heilt úr Norðurkorea til Føroya, ikki at fáa hin endan at svara. Pressan manglar tílíkar sendingar og frásagnir. Ein javnt gravandi journalistiskur praksis manglar sum aldri áður. Ikki bara á jólum, men hvønn dag. Og so var hin ólógliga danska lýsingina aftur. Skálkur er. Helst missur Heðin nógvar undirsáttar til næsta val, men tað verður ikki av hesi sending.