22.12.15

Høvuðsstaðarpressan um stóru bussbrennuna


Títt og ofta verður sagt, at høvuðsstaðarpressan bara arbeiðir innan Stóragarð í Kontórshavn, ella í ringasta føri, Ringvegin. Og tá spenna tey seg til tað ítasta. Men stytsta dag varð lopið um allar garðar við Ringvegin. Ikki færri en trý tíðindainnsløg um sama evni úr Klaksvík komu á heimasíðuni hjá havnarjournalistunum í Kringvarpinum í dag. Tað er rekord. Ikki minst, tá dagurin er so stuttur. Sagt varð úr Havn, at klaksvíksbussurin stóð í ljósum loga, í øðrum umfari, at eldurin var stórur og í triðja lagi, at bussurin kolaðist upp í Klaksvík. Haldi fyri vist, at Njálssøga má skrivast umaftur við einum ískoyti um stóru bussbrennu norðanmanna undir Kjøli.