22.12.15

Í dag er stytsti dagur


Í dag er vetrarsólstøða, heilt nágreiniliga klokkan 04:48 sigur álmanakkin. Dagurin er 5 tímar og 1 minutt í ljósi, og so er myrkt. So lágt stendur sólin á okkara hálvu. Eftir at hava staðið í botni til jóladag, gongur aftur móti ljósari tíðum. Deklinatión siga tey um bendingina hjá sólini, sum tá vendir. Onkur skal hava sagt, at eftir stytsta dag longdist dagurin eitt hanafet hvønn dagin. Meðan vit á arbeiðsplássinum í dag leggja seinastu hond á eina undirvísingarsíðu um holocaust, sum sæst omanfyri, bjóða prestarnir í Vesturkirkjuni til Vónargudstænastu. Tá myrkast er, kann ikki ganga annan veg, enn móti ljósinum. Umframt at tendra ljós og luttaka í andakt, fara fólk at siga frá um krabba og at missa í Vesturkirkjuni í kvøld klokkan 20:00. Og so vísa tey stuttfilm á stytsta degi eisini. Og Kringvarpið fekk eina varisliga nýggja byrjan frá tingfólki. So í dag man verða rættast at siga gleðilig sól, og gott og eydnuberandi kringvarp til vinir og kenningar, nær og fjar. Næsta ár er stytsti dagur 21. desember og sólstøður eru klokkan 10:44.