21.12.15

Jólini nærkast


Jólini nærkast. Tað varnast tú á ein ítøkiligan hátt, tá tú parkerar frammafyri hesum hjalli á Húsabrúgv, har fleiri bilar hava verið nærri, enn eg var í dag. Ja, hava rent inn í hjallin. Tað er sjón fyri søgn. Brotnar rimar mitt í Havn. Ein grafisk mynd, sum eg mátti goyma, við ljósum. Og her er hon til tín, kæri jólablogglesari. Ein árendur jólahjallur á Húsabrúgv.


Niðru í Vágsbotni gera veðurlagsbroytingar um seg. Eftir storm og grimdarregn er turt og stilt. Ikki ein ond. Bara ljóðið av bilum, ið koyra út undur Bakka at venda og so heimaftur. Og vegforðingar á leiðini. Bump. Bump. Annars ikki eitt kis. Ljósagrøna trappan til havsvimjarar lokkar, men har er so skitið av olju og flótandi lorti inni í Vágsbotni, at tankin um Florida kemur ikki ordiliga til mín. Kanska eru hetta veðurlagsboytingar, teir ekstremar sum vit hava upplivað í veðrinum seinastu dagarnar. Og nú sigur veðurmaðurin, at kavi verður á jólum. Kavar, so livst. Í hvussu er á jólum.