19.12.15

Leygardagsjólamaðurin vitjar


Í dag vitjaðu fittir jólamenn úr Klaksvík við hesum jólagávum, stórbæru Seyðabókini og eini sjáldsamari Balvenie TUN 1509 batch 2. Betri kann tað ikki verða. Meðan Seyðabókin byggir á gransking, uppskriftir og allar bókaútgávur hjá Roberti Joensen, er hin skotska goymd í átjan amerikanskum tunnum, fimm amerikanskum eiki-hogsheads, sjey sjerri-butts og tveimum sjerri-hogsheads, sum David Stewart hevur staðið fyri. Danska Maltwhisky Akademiið kallar hetta eina sublima vatting. Sum sæst havi eg longu sett á jólagávurnar, og kann bara nikka og játta. Takk fyri vinalagið og gávurnar, leygardagsjólamaðurin!