29.12.15

Savdi ella Saudi, arabia ella arábia?


Illa gongst at fáa almennar myndugleikar í pinkulingalandinum Føroyum at samstarva. Eitt er bókstavaraðið, ið gevur rúm fyri øllum ljóðum á føroyskum, annað er at fylgja teim einføldu ráðum, sum Málráðið við lóg hevur skotið upp, og sum sama lóg hevur álagt almennum stovnum í størst møguligan mun at fylgja og halda. Sagt verður í grein 5 stykki 2, at:

Almennir myndugleikar eiga í størst møguligan mun at fylgja niðurstøðum Málráðsins. 

Tað ger Kringvarpið ikki. Hví, veit eg ikki. Men tjekk. Tveir feilir í einum orði. Sindur pínligt, tá yvirskriftin er so feit, og at skeivt stavaða orðið kemur seks ferðir fyri, og - belivitornott - rættstavaða orðið kemur tríggjar ferðir fyri í sama teksti um sama evni í einasta almannamiðilinum við tveimum høvundum. Tað er ikki so ringt at finna orðalistan hjá Málráðnum. Hann hevur eitt uppskot um at stava Saudiarabia á føroyskum, og sigur eisini frá, at har búgva saudiarabisk fólk, eisini kallað saudiarabar við langum a og ongum á. Er tað so ringt?