Skip to main content

Søgur um seyð og servering


Jólagávan í dag, annan sunnudag í advent, var taraseyður, tað er trý ára gamal fjøruseyður úr Orknoyggjum, afturvið føroyskum lambi, borðreitt í Áarstovu. Karl Aage Hansen er kokkur í kvøld og við hansara lið er matstovuleiðarin John Mikkelsen. Tað, sum teir nú seta á borðið, er krúnan á verkið. Myrki bógvurin fremst fyri er orknoyskur, meðan hin handari og ljósari er skilliga stemplaður føroyskur. Afturvið er grønmeti av Sandi og úr Sandavági.


Sum sæst, varð alt etið á svaðasvørði. Men innan vit komu so langt, fingu vit allar fyrst ein mildan orknoyskan whisky frá Highland Park, at fáa hitan hetta føroyska frostkvøld í Havn. So eina orkadiska øl við etikett, sum í grafikki stuðlar væl upp undir smakkin, og fær Føroya Bjór at síggja undarliga fátæksligt út.


Í Orknoyggjum búgva færri enn helvtin av føroyingum og bryggjaríið er hundrað ár yngri enn Føroya Bjór. Men har brýggja tey seg um etikettir og fløskuestetikk. Tað ger Føroya Bjór ikki.


Fyrst fáa vit tatar, rátt kjøt, av seyða- og lambsryggi, sum er orknoyskur og føroyskur. Samanberingin sigur beinanvegin mjúkt mildni í føroyska partin og svartfuglasmakk, mest sum lomviga í konsistensi, liti og smakki, í orknoyska partin.


So kemur føroysk hummarabisque í borðiski hjá Guðrið Poulsen á borðið.


Nú kemur turt og litfagurt sjerri á borðið. Ein undurfullur smakkur til føroyskt borð á heysti, tá alt er sett rætt saman. Og tað er fremsti kynstur í Áarstovu, at seta alt rætt saman, so smakkur, søgur og servering skapa eina ógloymandi uppliving.


Innan høvuðsrættin, kemur leggur av føroyskum lambi og orknoyskum taraseyði á borðið. Alla tíðina kunnu vit bera saman, smakka og tosa, ikki minst um grannaoyggjarnar fyri sunnan, sum landafrøðiliga eru so ómetaliga nær, men í handilsflutningi og øllum gerandissamskifti eru mest sum avskornar frá okkum. Og so kemur høvuðsrætturin, sum sæst ovast. Omaná er nú sjokulátakaka við Scapa whisky og øli úr Orknoyggjum. Dagsins dugnaliga kokk, Karl Aage, avmyndaði eg á Koks fyri tveimum árum síðani, tá amerikanski Matthew Workman vildi hava meg at seta Flat Stanley í ymsar føroyskar støður ein gerandisdag á heysti. Eg seti myndina inn aftur og sigi manga takk.


Tað er Jóhan Mortensen, sum av nýggjum hevur knýtt tey gomlu sambondini, sum fyrr vóru millum Føroyar og Oyrknoyggjar. Saman við honum í Orknoyggjum var enn ein av dugnaligu kokkunum í Áarastovu, Jóhan Joensen úr Klaksvík, sum eisini sæst niðanfyri. Orknoyskur taraseyður og føroyskt lamb eru á matskránni í Áarstovu allan desembermánað. Tað verður viðmælt, ikki minst sum eitt mentað alternativ til larmandi jólaborðhald í hesum døgum. Tað eiga tit at unna tykkum. Væl gagnist!