23.1.16

At brúka religión sum makt at korrumpera samfelagið við


Teldutala

Í kvøld tosaði Brown doktari úr Læraraskúlahøllini um same sex marriage, og hvørt hetta er ein progressión ella ein regressión, eitt afturstig, í okkara mentan. Hevði einki frægari at taka mær til í kvøld, enn at fylga við á netinum, har Raclip sendi frá fundinum, sum er fyriskipaður, nú løgtingið, sum tað seinasta á okkara leiðum, umhugsar at broyta hjúnabandslógina, soleiðis at samkynd kunnu giftast borgarliga.

Amerikanski doktarin vildi møta føroyskum politikarum, men teir vildu ikki kjakast við hann. Ein ungur maður fyri Miðflokkin útgreinar hetta sama. Tvey høvdu fyrst sagt ja, men vildu ikki møta, tá á stóð. Undrist yvir, hví ein so greið ikki-søga kann blíva til eitt makt-statement av runublakaraslagnum. Um ein politikari ella LGBT limur m/k veruliga var møttur, so kundu vit bara gitt, hvat varð kastað oman yvir hansara ella hennara kropp, um viðkomandi mutaði ímóti sjónarmiðunum, sum Brown doktari týðuliga ikki vil víkja frá. Hetta er ikki dialogur, men herferð.

Makt er makt, og makt vil makt, og nørist bara við seg sjálva, maktin, sum er kynsleys og altslúkandi demonisk, og bara dvølist við innannøring. Einki annað. Makt at hava rætt, makt at harta onnur, makt at sáa hatur, og halda onkur úti og onnur inni.

Nakrar minuttir inni í taluni hevur amerikanski doktarin longu nevnt insest. Men tað nevnir hann bara eina ferð. Kanska er tað ov sterkt evni innahýsis í samkomum. Tí nevnir hann sperma oftari. So leggur hann tað fríhold ímillum, at hetta eru kjakevni í hansara útvarpi har burturi í Amerika.

Og so heldur hann fram.

Hví skulu bara tvey fólk giftast? Hví ikki trý ella fleiri? - Og minst til, eg havi onga Bíbliu, eg siteri ikki úr Bíbliuni, sigur hann forførandi, og nevnir so aftur sperm. Haldi, at orðið sperm kom óneyðugua ofta fyri hjá hesum manni. Skal ikki gera niðurstøður um hansara spermkvalitet, men undrist bara yvir at ein prædikumaður so ofta skal nevna orðið sperm eitt leygarkvøld í Læraraskúlanum.

Og so nevnir hann tríggjar kvinnur og tríggjar menn sum giftust í Amerika. - Hví ikki? Er tað tað, tit vilja, spyr hann møtta fólkið. - Og so eru tað tríggir menn úr Filipsoyggjum, hví ikki, men er tað tað tit vilja í Føroyum? Fleirgiftu?

Og so kemur tað endaliga: - Hvat við at menniskju giftast við dýrum? Ein kona í India giftist við einum ormi, sigur hann. Ein kvinna í Ísrael giftist við einum springara, sigur hann og spyr ultimativa spurningin í vitanarsamfelagnum: Hví ikki giftast við eini teldu? Ella Eifeltorninum? Alt broytist, um vit sleppa kravinum um, at bara menn kunnu giftast við kvinnum, og kvinnur við monnum. Samfelagið verður messed up, sigur hann, og nevnir eina rúgva av leysum amerikanskum pástandum um sjálvmorð, fremmandgering, mistrivna og sosiala depravatión hjá flestu børnum, sum nú og til ævigar tíðir fara at vaksa upp í samkyndum heimum. Tað sigur Brown doktari.

Men so kemur vektin í taluni. - We have heard, byrjar hann, og gevur dømi um tey villini fár, sum kunnu rekast í rætt og fáa spjaldrið religious liberals. Hetta er ein ávaring um religious liberty. - Tey kalla meg Hitler og tað, ið verri er, sigur hann. You get a lot of ugly attacks, taking a stand like this.

Og so ein rúgva av sannheitssøgum um, hvussu rættarskipanin positivt verjir homoseksuell.

- Tit parlamentslimir, eg havi ávarað tykkum. LGBT eisini. Serliga T í tykkara navni. Tað er tað ringasta. Tit eru ósek og órørd í Føroyum enn, men tað kemur. Bókstavurin T er tekin um tað. Kynsdiskriminerandi orð verða ólóglig í mínum heimlandi, sigur hann og kemur til endan: Same sex marriage er degeneratión.

Og so nevnir hann at enda Bonhoeffer. Eina viku inna holocaust dagin. Má seta meg á tunguna, so eg ikki sigi fý for helviti, sum hetta er ein spýggiligur haturstalari, sum er boðin til Føroya. Men eins og Bonhoeffer, royni eg at hefta meg við Fjallaprædikuna og poetisku bók hins hægsta. Slíkt sigi eg ikki. Ikki í kvøld í hvussu er.

Bumbardér høvuðskvarterið, tað er samskifitisliga grundsjónarmiðið hjá hesum haturstalara, ið er komin úr Amerika.

Fevnið henda vilfarna talara við góðsku og náði. Latið ikki hansara haturstalu bera ávøkst. Nei.