17.1.16

Bestu lýsingar


Trýst á hesa slóð og hoyr tekstin lisnan upp!

Á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, vóru ársins bestu lýsingar í Føroyum kosnar í Mettustovu fríggjakvøldið, 15. januar.


Demokratia, Ferðslutrygd, Føroya Bjór, VisitFaroeIslands og Koks eiga ársins bestu lýsingar. Meira enn 1.400 Facebook brúkarar valdu at atkvøða í ársins kapping um bestu marknaðarføringina í Føroyum í 2015.

Harumframt fekk matstovan Koks ársins herðaklapp frá nevndini fyri slóðbrótandi arbeiði innan føroyska marknaðarføring. Koks er flutt út úr Hotel Føroyum og fer seinni í ár at lata upp í Kirkjubø.

Hvørt ár er ein gestarøðari. Her er røðan eg slapp at halda:

Lýsingar og brúkarin

Hvat skal man siga um eitt fakevni, sum man ikki hevur innlit í, við ein fólkaskara, sum livir av hesum sama fakevni, og sum eg onga binding havi til, men eri biðin um at siga nakað um?
Helst hugsaðu Watergate-innbrotstjóvarnir soleiðis fyri 44 árum síðani, í tí teir brutu lásið og sóu sær ein útveg - at fara inn og gera eitt rán, meðan eingin sær. Umbiðið og fyri løn. Kanska spældu teir Bowie í 8 spors bilabandupptakaranum tá teir fóru avstað aftur.
Men minni kann eisini gera tað.

At gera lýsingar er sum orðið sigur: at lýsa, at ger orðingar visuellar, harav lýs-ingar heldur enn orð-ingar. Men ikki orð-loysingar, hóast orðini verða loyst úr lagdi og varpaði upp á skíggjan, floygd og send út á netið í æviga ringrás.

Hvat riggar og hvat riggar ikki?

Havi hugt eftir lýsingum í farna ári.

Stillar og knapt so stillar. Og eg eri sloppin at spæla djevulsins advokatur. Here goes.

Onkur lýsing er genial og politiskt korrekt, sum hon hjá Demokratia. Men har er so nógvur tekstur, at tann meiningin, eg hevði frammanundan verður óbroytt, tí eg havi ikki tíð at lesa og kannað eftir, um lýsingin vildi mær nakað nýtt.

Eik vísir mær eina Jehovamynd av eini idealfamilju í einum hvítum Amish-húsum, fult av børnum. Tað gongur ikki.

Træsmiðjan brúkar hardcore sexistiskar orðingar um handverkarasex, men maðurin er so fittur, og konan er so stuttbeint, at hatta orðaspælið fær einki at spæla upp í móti.

FK biður meg fáa mær FK kort fyri at keypa við Visakorti. Eg veit um skipanina og um Samvirke, sum einaferð var mín horisontur til alla verðina, men so fekst einki uttan limaskap og kort. Nei, vekk við tí. Eg vil hava ágóðan fyrr enn beinanveg. Einki útistandandi millum meg, pengapungin og kassadamuna.

So eru fótbóltsspælarar, sum halda fyri nossini við hol nummar tvey og siga, at ferðsla er ikki eitt spæl. Hmm, har er so nakað, sum fær meg at undrast.

At enda er ein greið appilsingul lýsing við svartari strípu, sum er so skjót og løtt at skilja, at eg hevði fangað hana við meir enn 100 km fart við tunnilsmunnan, har ljós verður til myrkur. Effektivt, men samstundis retarderað einfalt. Tað pínur meg at siga, at hetta er tann effektivasta.

Soleiðis eru premissurinar serstakliga ymiskar fyri tí, vit hvør í sínum lagi kunnu rópa eina góða statiska lýsing til eitt givið høvi.

Annarleiðis er við dynamisku, livandi lýsngunum, sum vit síggja í sjónvarpinum, á netinum og í biografinum. Her eru effektir, sum nógv arbeiða við og á ymsan ofta óvæntaðan hátt. Her liggur ein sjáldsom styrki at visualisera. Frá tí einfalda og yvirfladiska, til tað kompleksa og djúpa.

Vit síggjan glaðan, flennandi og sjálvtilferedsan ungdóm - kanska er tað tí at tey eru kundar í Eik. So har skal eg ikki koma.

Vit síggja eisini eina langa, stuttliga søgu um menniskjansliga interaktión, serliga tá gentan tvørtur um borðið gevur dronginum ein innpakkaðan graviditetsprøva sum gávu - aftur ein lýsing frá Eik, men munandi minnisverdari enn hin fyrra.

Ferðslutrygd og Tryggingarfelagið hava eina poetiskt beiska lýsing av einum, ið einaferð hevði skund í bili og bleiv avlamin fyri lívið. Hendan situr og hendan svíður, serliga við útganginum. Fantastiskt.
Frítíðin byrjar umborð sigur Smyril Line, ja tað verða vit sannførd um í hesum familiert fitta ferðafólkfilmi, har omman og abbin eisini eru klistraði uppá, so sum vit kenna úr eini danskari ferðalýsing, sum hevur eina heilt aðra søgulinju. Og tá er tað yvirvekt. Keep it simple.

‘Tað sjúkasta nakrantíð’ er heitið frá Ver við Jákup Veyhe. Stuttligt, tí hann pr definitión er stuttligur. Men eg veit ikki hvat Ver er fyri nakað og hvør eigur tað. Men gult er tað í hvussu er.

Gult er longu gamalt hjá Vodafone, sum nú er reytt. Skift til Vodafone er svarið á øllum reklamufilmum. Stuttligt, men humor er lættkeyptasti lýsingaformurin, sum sjálvdan røkkur longri enn flenniløtuna, sum skjótt er farin.

Besta marknaðartiltak, haldi eg, var at bróta upp úr nýggjum og gera nakað, sum aldri er gjørt fyrr. At brúka sólarmyrkingina, sum Føroya Bjór gjørdi, og at tekna ferðatryggingar á ein suðurlendskan hátt, sum Tryggingin gjørdi á mentanarnáttini.

Besta átak á sosialu miðlunum var eftir mínum eygað tað fyllishorn, som Okkara, G Festivalurin og Ranchus stóðu fyri. Borgarligheitin varð bjóða av við politiskt ókorrektum útspælum, har flormelis kann misstakast fyri heroin, men tá holukøkan verður strokin eftir hvítu strípuni, fata vit samanhangin á einum nýggjum støði. Hetta er vakurt, samansett av óendaligum smálutum, intelligent og avvápnandi humoristiskt. Hetta er Sgt. Pepper, bygdasligheit, dragshow, Monthy Python og Tarrentino alt uppá eingang. Men kappingin var í mínum eygum hørð og á høgum støði í hesum bólki.

So mikið um tilnevningarnar í ár. Har er tað ikki eg, ið havi avgerandi orðið.

Kringvarpið hevur aftur í 2015 verið nevnt sum altavgerandi pallurin at vísa lýsingafilmar á fyri brúkaranum. Tað er ivaleyst rætt. Men samstundis hevur kringvarpið táttin Gevið Gætur, sum eru brúkaraupplýsingar frá hálv og heil almennum upplýsingarfelagsskapum. Tað burdi verið bannað. Eins og lýsingar, sum ikki eru á føroyskum eru bannaðar. At so vánaligt filmað og illa hagreitt samskiftistilfar yvirhøvur sleppur í almenna kringvarpið. Samskiftisliga er tátturin Gevið Gætur av allari leið. Sum marknaðarfelagsskapur áttu tit at átala hetta, ella í minsta lagi vegleitt Gevið Gætur táttin hjá Kringvarpinum.

Ein onnur marknaðareygleiðing, eg vil loyva mær at gera vart við, við hetta umbidna høvið, er langtíðarávirkanin av effektivari og málbevistari positioning á Facebook. Bara at vera har. Uttan tørv á at fara aftur til Adam og Evu. Bara positioning. Hey, her eri eg.

Yvir tíð hevur Facebook í einum ítøkiligum føri flutt meiningar og grundsjónarmið heilt betýðiligt hjá allari tjóðini. Eg hugsi um ein felagsskap, sum eitir LGBT. Takkað verði enum jøvnum streymi av postum á Facebook, eru ikki bara nevndarlimir og kjarnubrúkarar blivnir sjónligir, men LGBT er í dag ein so massivur bólkur, at eingin rættsiktaður virkiseigari ella politikari leggur seg út við henda bólk og tað fólkagongu, hann skipar fyri undan ólavsøku.

Bara við at brúka ein streym av positionerandi fráboðanum. Her eru vit, og hesum standa vit fyri. Einki meir. Einki gjald, einki keyp, bara ein fólksligur streymur av visualiseringum.
Hetta er mátin at flyta mørk og gera samfelagið meiri gjøgnumskygt uppá.

Í vikuni hoyrdu vit til dømis, at felagsskapurin Heim og Skúli bar seg undan at møta til fund við Mentanarnevndina í Løgtinginum, tí tey hildu seg ikki hava nakra brúkaraflatu, tí talan var ikki um skúla. Hugsi tykkum so, at henda tankarekkja fer víðari og øll hini, sum objektivt betraktað heldur ikki hava nakra orsøk at møta til ein givnan fund, bera seg undan einum skin-demokratiið og heldur ikki møta, bara tí at ein partapolitikari helt, at tú átti at møtt. Um ikki annað fyri at umboða familjuna, bygdina ella onkran annan tulkingarfelagsskap, sum er ein hugsaður maktfaktorur, ikki í landslagnum, men í høvdinum hjá einsamalla politikaranum.

Ja, hugsa tær um tað bleiv kríggj og eingin møtti.
---
At lata vera við einoygt at spindoktorera. At skapa gjøgnuskygni í samfelagnum. At halda uppat at vera ein inniklemmaður fretur. At gera tað normalt at vera føroyingur í orðsins rúmsáttasta týdningi. Tað er uppgávan hjá tykkum, sum hava sett tykkum fyri at marknaðarføra tað land, sum vit liva í, og allar tær vørur, sum her skifta hendur.

Keypið føroyskt!

Takk fyri høvið.