Skip to main content

Falskar myndir


Hoyr tekstin lisnan her

Í nærum eina øld hava vit sæð falskar myndir úr Russlandi, sum bleiv til Sovjetsamveldið í 1922. Tann, sum var vinur við Stalin, slapp við á myndirnar, og óvinir vórðu strikaðir so hvørt. Í nýggjari tíð hava vit fingið Photoshop, so til ber at gera tað sama sum Stalin. Omanfyri er ein gomul mynd úr stóra Getty myndasavninum, sum danski fotografurin Jørgen Angel (f. 1951) hevur tikið í 1972. Tá spældi Lemmy bassgittar í Hawkwind og sang Silver Machine. Á myndin sæst Lemmy saman eini franskari vinkonu hetta árið. Nú er David Bowie settur inn í gomlu myndina av Lemmy, so sum sæst niðanfyri. Falska myndin er rímiligvís attraktiv og ferðast tí á netinum í løtuni.