Skip to main content

Havnin í kava


Teldutala

Omanfyri Havnina er Húsahagi. Tað er har, sum Tyrvingarstøðin og Vatnverkið eru hjá Tórshavnar kommunu. Spyr ikki meg, hví drekkivatn og tyrving hava so samantvinnaða søgu í Havn. Men ein stillan kavadag er frálíkt útsýni hiðani yvir Havnina og Nólsoynna, ja heilt til Skálhøvda, innan Kirkjubøreyn fjalir sólina og januarmyrkrið leggur seg yvir landið. Innkoyringarvegurin frá Oyggjarvegnum er enn opin, og til ber at koyra inn á tyrvingarøkið at fáa nýggja svarta Havnarmold, ella sleppa sær av við hina gomlu. Moldina, altso.


Útsýnið er frálíkt í allar ættir henda góðveðursdag við liggjandi kava í Suðurstreymoy. Steyrarnir og ellinjurnar geva myndunum ein syngjandi dynamikk.


Á vegnum standa gravikýr í ymsum litum, har serliga henda gula suðurkoreanska Daewoo tekur seg væl út frammamfyri seinastu sólstrípunum, sum í tí fjara raka Mjóvanes, og eisini beint út í fjørðin, út móti Nólsoynni, við ein klassiskum steyra við klokkum og øllum mitt fyri.


Eins og nógva aðrastaðni í oynni eru varðar lagaðir fram vegnum, og gera eina trøllsliga siluett upp móti havsbrúnni.


Og eitt vet longur framm eftir vegnum eru teir burturi, varðarnir, so býðurin og oyggin liggja opin beint fyri framman.


Zoomar tú eitt sindur nærri, so sært tú hetta sjáldsama brot úr Havnini, har ein nýlendur UFO hevur sett seg mitt fyri. Tað er BankNordik á Konmansmýru.


Og zoomar tú suðureftir móti Sandoynni, so sært tú Skálhøvda í tí fjara, innan sólin setur yvir allar Føroyar. Í myrku forgrundini sæst brúgvin um Sandá, hon, sum onkur hevur dýpt Heðin Brú, og fremst í myndini síggjast arbeiðsljósin við Marknagilsdepilin.


So er sólin sett, og stundir eru at koyra omanaftur til Havnar við starvsfelagnum Pól, sum tók stig til hesa frálíku fotoferð mitt í Havn, og tó so langt burturi frá allari sivilisatión.


Og so koyra vit øll til hús eftir loknan arbeiðsdag. Eisini bremsandi treylarar í undanbrekku í Suðurstreymi. Takk fyri góða fotoferð, Pól!