Skip to main content

Husk du er en dødelig

Hoyr tekstin lisnan upp við teldutalu, við at trýsta á hesa slóð

Soleiðis segði søgulærarin fyri fjøruti árum síðani. Husk, du er en dødelig. Hann var føddur í eini tíð, tá skúlakommisjónin var nærri Gudi enn í dag.

Einki kann sum bráðkomin stjørnudeyði fáa okkum at minnast tyktandi orðini hjá gamla læraranum Husk du er en dødelig. Soleiðis teskaði trælurin í oyrað á kappanum, sum í sigursrúsi reið inn í Forum Romanum. Husk du er en dødelig. Frá skúlaborðinum sá eg teir fyri mær á sandinum, reiðmannin og trælin, í gylta himmalvogninum, meðan brúgvin um Streymin enn var í gerð. Husk du er en dødelig skrivaði hann í sandin hesumegin. Hinumegin regnaði.

Lukkutíð eru tey ættarlið, ið vuksu upp við rockstjørnum, sloppin fram at mikrofonunum í almannavarpinum. Tað hoyrdist um vikuskiftið, tá Lemmy og Bowie vórði mintir.

Hóast ein privatur blaðstjóri í dag kunngerð, at hann vil aftur til andlátini, sum livandi pennar skriva til sín sjálvs, og hansara egna blað kroysti seinasta broddin úr kapitalpressuni við at geva tey út í bók, so haldi eg, at tað er framúr, at okkara einasti almannamiðil gáar um tey samleikaskapandi nøvn, sum til gerandis snurra undir altjóða nálini og inspirera til heimagjørd orð í øllum heimsins teigum og sendingum. Mín pástandur er, at fáur hevur sum Bowie hvest pennar í heiminum og ger tað enn.

Gamaní er rocktónleikur og stjørnudyrkan hjá summum vorðin lítið annað enn ein nýggjur átrúnaður, men hjá teim flestu eitt fyribrigdi, sum ein reflekterandi samleiki støðugt verður spunnin um. Billi mær inn, at fleiri aldrandi yrkjarar á okkara leiðum, høvdu neyvan fingið fyrsta fótin fyri seg, var tað ikki tí, at teir lurtaðu eftir plátunum hjá Bowie í 70’unum, tá hann legði ljósár millum seg og dagsins glamrockarar.

Eftir Ziggy Stardust í 1972 komu bæði Aladdin Sane og Pin Ups í 1973. Hetta eru tær Bowie plátur eg havi spælt mest á Lenco plátuspælaranum á Eiði. Mittasta er eitt meistarverk í frakteraðum stílbrotum, serliga í sanginum Time, sum er í týskum cabaretstíli hjá Brecht, meðan klaverið, sum vigar millum tað dekadenta og avantgardistiska, dukar avstað eins og í titulsanginum um A Lad Insane.

Stjørnur, sum halda í so langa tíð sum David Bowie (1947-2016), kunnu kennast ódeyðiligar og at verða onkustaðni hægri, millum okkum og gudarnar. Teir, sum eru í fleirtali, so sum George Harrison so vísiliga sang um í 1970. Støðugt leitandi.

Ættarliðið, sum er vaksið upp við útvarpi og rockstjørnum, er um at fara í grøvina. Nú eru tað ikki blaðungu Amy og Cobain, men aldrandi Lemmy og Bowie, ið minna okkum á, at tú ert ein deyðiligur, ið er eitt av afturvendandi evunum hjá Bowie, sum var millum fremstu og fyrstu rocknøvn at seta tekstin í eins stórt fokus og framførsluna. 'Ashes to Ashes' sang hann í 1980, 'Bye bye Spaceboy, Moondust will cover you' í 1995 og at enda sang hann 'Look up here, I'm in Heaven', í deyðsmerkta Lazarus-sanginum á seinastu fløguni, Blackstar, teknað sum svørt stjørna, beint innan hann doyði. Sermerkta við hesum sangi eru manieraðu rørslurnar, við fyrimynd í svarthvíta horrorfilminum Nosferatu frá 1922, har deyðsmerkti høvuðspersónurin hevur so nógv eftir at avrika, at hann skrivar út um alt borðið, innan hann fer inn aftur í skápið og sjálvur letur hurðina aftur.

Tað er sum ekkó úr gamla Róm: Memento mori!