7.1.16

Í skotskum mjørka og amerikanskum kava


Hoyr tekstin lisnan her

Í gjárkvøldið sá eg Shakespearefilmin Macbeth í nýggjari uppseting hjá avstralska Justin Kurzel. Fullur av orðum, sum meistarliga gleppa leikarum av munni, og bora seg inn í skotskar fjallamyndir, meðan tokan dregur fyri og stingur døkka sinnið, sum skorpiónir, blendað av makt. Fullur biografsalur. Fantastiskt.

Fyri minni enn hálvtómum sali sá eg í kvøld ótolandi orðastreymin hjá Tarantino í nýggja kovboyfilminum The Hateful Eight. Orð og aftur orð, og innilæstar uppsetingar, meðan tað kavar uttanfyri. Orð og aftur orð. Ein søga so tunn, at tú ynskir at Tarantino fór at gera orðaleysar filmar, tí myndirnar og fokuseringarnar eru so endaleyst vakrar, at orðini bara órógva. Og so hin kuli tónleikurin, sum hann altíð finnur, hin føddi plátuvendarin Tarantino. Men einki er tað uttan pastisjur og sipingar til aðrar filmar. Tim Roth er hin mest komiski, sum førir okkum beint í føvningin á bretsku Monty Python, so eru vit í krimigátuni Ten Little Niggers, so í stiliseraða rúminum hjá Trier í Manderlay, og so eru vit í durinum í The Searchers og øllum universinum hjá John Ford, og so er tað blóð fyri rest úr Reservoir Dogs. At klippa tunnu søguna sundur, og seta hana saman av nýggjum, so studentikosa publikummið kann granska í filmstímanum, og sláa seg á lørini eina løtu, tað er sæð fyrr í Pulp Fiction, tá Náttarravnar fyri 22 árum síðani hildu tað vera kul at fara í biograf við mikrofon, at undrast yvir hetta postmodernistiska rákið og ironisku fjarstøðuna í øllum. Frekt, nýtt og spennandi - tá.

Meðan orðini hjá Shakespeare eftir hálva fimtu øld standa sterkari enn nakrantíð, eru júst orðini hin størsti veikleikin hjá 52 ára gamla Tarantino. Uttan íhald eru tey í hesum føri tað reina roks. Tú fært ikki stundir at njóta myndina, ljósið, panoreringar og fokuseringar, men verður alla tíðina forstýraður av roksi, sum ikki er í slekt við film, men bara dregur frá og ger livandi filmin statiskan sum eitt tableau. Tarantino hevur gloymt, at filmur eru livandi visuel formidling, í hesum føri enntá í 70 millimetrum. Tarantino burdi gjørt sum í Ukraina, har tey júst hava gjørt ein film, Plemya, á kostdeild fyri deyv og brúka teknmál - uttan undirtekst.

Gev okkum eina avbjóðing í myrkrinum, harra Tarantino. Ein film uttan orð, eina visualisering, sum dvalir við filmiska listaverkið, og ikki druknar í orðavavstri og støðugt pyntar seg við pastisjum og gomlum poppplátum.

Fari at gera sum Leonard Maltin, ið gav upp andan fyri internetinum, og tíanverri ikki skrivar fleiri árbøkur við filmsummælum. Hann gav ringastu filmum støðumetið BOMB. Sami geri eg. Nýggjasti Tarantino filmurin, The Hateful Eight, fær BOMB karakter frá mær. Fulkomin tíðarspilla í tríggjar tímar.