Skip to main content

Kovboyfilmur í kava um grima hevnd


Teldutala

Note to movie pussies: The Revenant is not for you! Soleiðis byrjar amerikanska tíðarritið Rolling Stone sítt ummæli av nýggja filminum hjá meksikanska Alejandro González Iñárritu, The Revenant, sum júst hevur vunnið tríggjar tær mest týðandi Golden Globes, og nú er í uppskoti at vinna ikki færri enn tólv Oscarvirðislønir.


Umframt Leonardo di Caprio í altavgerandi høvuðsleiklutinum, er meksikanski Emmanuel Lubezki, við ótrúliga eftirnavninum Morgenstern, ikki minni høvuðsleikari sum fotografur. Hann filmaði eisini Sleepy Hollow í 1999 og The Tree of Life í 2011. Tá segði hann, at
The language of film is further and further away from the language of theater and is closer to music. It's abstract but still narrative. Everything feels less rehearsed. It's more experimental than classical.
Heitið á nýggja filminum er úr franska revenir, at venda aftur, nakað sum í Herzog filminum um Martin Guerre, har lagna og náttúra eisini spæla upp móti mannliga høvuðsleikaranum.


Umframt ein steðg, lýsingar og fleiri forfilmar, varir The Revenant í 156 minuttir. Hóast ótrúliga filmsferðin er á fjøllum og í kava, tikin í Kanada og Argentina, er hon ikki eitt sekund ov long. Hetta er akkurát fyri. Ein náðileysur kovboyfilmur, sum fyrr, tá vit í somu hølum sóu avgamla John Ford og teir eindimensionalt evropeisku Winnetou og Old Shatterhand. Hóast teir neyvan høvdu tolt at verið vístir aftur, standa teir eins bjartir í huganum og hesin afturvendi - The Revenant.


Bretski Tom Hardy spælir djevilski svíkjarin Fitzgerald, og Leonardo di Caprio er Hugh Glass, sum í 1820’unum er ein real life tracker millum indiánarar og niðursetufólk. Hin fyrri drepur hálvblóðssonin hjá tí seinna, og tað skal hevnast um dalar, áir og fjøll, so himmal og helviti stendur í einum.


Tað mest sjáldsama við filminum er ljósið, sum allan vegin er natúrligt. Ikki ein einasta pera er tendrað. Fantastiskt. Og so hestasenan, har Leonardo ístaðin fyri ból og bita fær hest og hita, sum í íslendska filminum Hross í oss í 2013. Eg sigi bara - far og hygg!

Tónleikurin, sum undirstrikar dapra huglagið í kava og á fjøllum, er eftir Ryuichi Sakamoto. Hesa løtu eiga tit at unna tykkum. Ein listarliga ljósspælandi kovboyferð í myrkrinum í Havnar Bio og øllum biografum í verðini.