18.1.16

LucasGamer í kirkju


Hoyr tekstin lisnan sum teldutalu her

LucasGamerFC eitur hann á YouTube, har stóra fyrimyndin er comedyshortsgamer. Til gerandis eitur hann Líggjas av Vollanum, er fjúrtan ára gamal og gongur í áttanda flokki í Kollafjarðar skúla.

Avmyndaði hann í Vesturkirkjuni sunnudagin, tá hann saman við mammuni, Karinu, filmaði eina samrøðu við prestin Derhard Jógvansson, sum greiddi frá um føstu.

Upptøkan verður at síggja á eini temasíðu hjá Námi um føstulávint.


Líggjas fortelur, at hann filmar við eini Iphone 6 Plus og klippur við forritinum Imovie. Lidnu filmarnar leggur hann á YouTube.

So skftir hann til enskt. - If you want to do YouTube, you'll have to get a great set up, a mic, computer software editing program, a game capture HD camera, and something people want to see and enjoy.

- Sorry, to do YouTube, hvat er tað, spyrji eg púra lost.

- Tað er at uploada video'ir frequently, sigur hann promte.

- Hvørji eru tey bestu tips, tú kanst geva einum, sum ætlar sær at filma sum tú?

- Um tú stillar tær eitt mál, so skal man ikki steðga fyrr enn man hevur gjørt tað liðugt, sigur Líggjas, soleiðis beint in your face.

- Og hvussu nógv klikk fært tú á YouTube?

- Tað kann verða umleið 1000-3000 views um dagin, 10000-50000 um mánaðin.

- Og nú vit tosa um film, hvønn biograffilm dámar tær so best?

- Spectre, nýggjasti James Bond filmurin, sigur Líggjas.

- Kanska er tað tí, at tað er tann fyrsti James Bond filmurin hann hevur sæð, leggur mamman afturat.

- Besti YouTubarin er viktigari enn filmar, brýtur Líggjas av.

Temasíðan hjá Námi um føstulávnt verður liðug um eina viku.