Skip to main content

Maktin at geva virðislønir


Hoyr tekstin lisnan sum teldutalu her

Omanfyri sæst Cheryl Boone Isaacs, sum er forseti í The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, eisini kend sum Oscarnevndin, ið hvørt ár ger av, hvør fær eina Oscarvirðisløn í 24 ymsum bólkum. Hetta er mest týðandi filmsvirðisløn í øllum heiminum. Um 6000 professionell fólk úr filmsvinnuni eru limir og hava makt at atkvøða. Í so máta eru tey fáu fólkini, sum gera av hvør fær Golden Globes, nógv sterkari. Maktin at gera av hvør nýggjur filmur vinnur eina Globevirðisløn er savnað á 93 hondum. Javnan verður sagt, hvussu stóra ávirkan hesi fáu fólk hava á Oscardómsnevndina og marknaðarføringina gjøgnum alt filmsárið, sum nústani er byrjað. Cheryl Boone Isaacs, 67, er triðja kvinna og fyrsti forseti av afrikanskum uppruna at leiða felagsskapin, sum varð stovnaður í 1927. Í gjár sendi hon út eini boð um í størri mun at fevna einum ymiskleika, at fremja inklusjón, heldur enn at útihýsa fólki í kappingini um Oscarvirðislønirnar. Varisligu boðini hjá Cheryl Boone Isaacs til tey, sum gera av hvør fer at vinna, fevna um kyn, húðalit, uppruna og kynsligan samleika. Aldur, sum ikki er nøkur forðing hjá okkum, verður ikki nevndur í hesum umfari.


Oscarhandanin verður á 88. sinni hildin sunnudagin 28. februar í ár í the Dolby Theatre í Hollywood. Haðani verður sent beinleiðis við Chris Rock sum verti í ABC Television og í fleiri enn 225 londum. Livst so spyrst.