25.1.16

Rundi skúlin


Teldutala

Í dag avdúkaði Bogi Bech Jensen, rektari, nýggja navnið og búmerkið á Marknagilsdeplinum. Hóast poetiskt og vælvalt, er navnið ein avbjóðing, tí tað skal standa móti øllum stormum í glasi, og skemtisøgum um heil- og hálvtømd gløs, har næmingar ganga - á glasi. Men búmerkið, sum Sendistovan hevur teknað, dámar mær stak væl. Viðingin leiðir fyrst tankarnar á runda skúlan, ið vil gera upp við hugsanir, sum er slopnar at stirna og verða ráðandi fýrakantaðar, men nú fara at loyva næminginum at hugsa out of the box. Tað er lyftið í merkinum, sum eg lesi tað. Við í einføldu grafisku framsetingini, fáa vit eisini innlit í ta bygging, ið grípur um seg í býnum, har arkitektar hugsa runt, so bygningar ikki longur hava baksíður, men fevna umheimin allan vegin í øllum ljósi. Og tá eg í eina løtu havi latið meg tøla av klingruta búmerkinum, komi eg í tankar um tað mest studentikosa frá 70'unum. Plakatirnar hjá eysturríkska Hundertwasser (1928-2000).


Honum dámdi aldri beinu strikuna, og teknaði tí ein íbúðarbygning í føðibýnum Wien, Hundertwasserhaus. Tí er búmerkið hjá Glasi eitt gott tekin, ella í minsta lagi ein góð fyrijáttan, um nýggjar læruhættir, vit higartil ikki hava kent í føroyskum skúlaskapi. Til lukku við tí, búmerkinum hjá Glasi!