Skip to main content

Skúlakavi


Hoyr tekstin lisnan upp her

So var skúlakavi aftur. Kalt og ein kontemplativ løta. Í stilla kuldanum at hugsa um minnismentan og nøvn, sum gjøgnum eitt heilt lív sleppa at gera okkum mun. Hví er tað so, at tað fjarasta kenna vit best? Er tað natúrliga perspektivið, ella er tað tí, at tann parturin av útinnandi føroyskari mentan, sum ikki er á fornminnissavni, er so tungur at reka, at einki annað er, enn tað útlendska, ið lættliga kann leggjast undir nálina, sæst og hoyrist aftur, á ein hátt, sum ger mun? Givið er, at flestu okkara kenna fleiri sangir hjá Bowie, enn tekstabrot hjá Heinesen og øllum hinum tilsamans. Ella eri tað bara eg, sum haldi tað? Haldi, at her er ein heimligur formidlingstrupulleiki, hóast nøkur eru, ið hvønn dag gera nógv, sum sæst aftur á føroyskum, Sprotin er tað navn, ið fyrst poppar upp í kavanum. Men við heiðurskrýnda mentanarfrámerkinum, andlát, eru ikki færri enn fýra uppsløg um Bowie á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Tað síggi eg á morgunfonini í kavanum. Lukkutíð lofta tey hesum veruleika og seta hann á skrá, uttan at verða patetisk, men fyrst og fremst livandi. Gott redaktionelt arbeiði, higartil í hvussu er. Men kundi hugsað mær, at heimligu mentanaredaktiónirnar eisini fluttu seg, og gjørdu seg sjónligari í almenna rúminum sum ein mentapallur, ið roknast kann við. Ikki bara at geva heimaskrivaði andlát út í bók einaferð afturat, sum Dimma ger, men at fyrihalda seg livandi og uppsøkjandi yvirfyri heimligum listafólkum og mentanararbeiðarum í nógv størri mun enn higartil, so javnvágin ikki hellir so skeivt. Her er helst ein redaktionell uppgáva. At styrkja um mentanaredaktiónirnar í landinum, hugsi eg í kavanum. Og so er ringt. Tað er gott.