Skip to main content

Telefonin í skápið...


Teldutala

Eg helt, at tað var ein nýggj regla í táttinum um Óla Jákup hjá Jensi, sum fór at mjólka einum frensi, og nú legði telefonina í skápið. Men nei. Sjónvarpstíðindini eru í ramasta álvara. Onga telefon í modernaða skúlanum. Tað verður spennandi at fylgja við, hvussu leingi telefonbannið fer at rigga. Tí fartelefonin er vorðin meginnervalagið í vitanarsamfelagnum. Tað er har tú skrivar og leitar, fotograferar, ert á Facebook, spælir Spotify, og sum vaksin tastar inn og út til arbeiðis í TotalView. Tað munnu vera tíggju ár siðani at eg intervjúvaði stjóran á elsta fólkaskúla í Havn um hetta sama. Tá segði hann somu orð. Hugsi ikki hann hevði sagt somu orð ídag, tíggju ár og nógv cyberár seinni. Ikki tí, eg hevði ikki sent børn í skúla fyri at tosa í telefon, men fyri at læra. Men tað leiðir til næsta spurning: Ber ikki til hjá lærarum ella starvsfólkum, tey eru tilsamans áttaogfjøruti í hesum skúla, at lata upp fyri bara eini lærufunksjón í telefonini, so hon kundi verið eitt brúkiligt amboð í einum av nýggjastu skúlum í landinum við øllum hugsandi amboðum og avbjóðingum? Orsaka, men eg haldi at hesin skúli hevur blást lív í søguliga hugtakið maskinstormari, arbeiðsmenn, sum í tátíðini brutu maskinurnar, tí teir bóru ótta fyri at verða settir til viks, missa breyð og missa andlit. Men kanska er fartelefonin ein so stórur trupulleiki í skúlastovuni, at eitt fullkomið bann má setast her og nú. Og kanska er tað av hesi somu orsøk, at skúlin letur allar næmingarnar á heimasíðuni tosa í, guess what, fartelefon. Kanska er tað greið tala og ein tungtvigandi orsøk, at leggja telefonina í skápið, stóra skápið, sum tyktist mær dekan og tómt. Livst, so spyrst.