Skip to main content

With God On Their Trigger Happy Side...


Hoyr tekstin lisnan her

Amerikanski forsetin Obama turkar tár, tá hann í dag tosaði um oyðandi byrsur og vápn í samfelagnum, og um at herða amerikansku vápnalóggávuna. Tað er ikki sæð fyrr. Tí vápn eru ein religión í USA. Frá barnsbeini verður trúttað niður í teg, at tað stendur í øðrum grundlógarískoyti, the second amendment, at amerikanarin hevur rætt at bera vápn. Myndin niðanfyri er úr Texas á ársins fyrsta degi, har børn og vaksin fegnaðust um nývunna rættin at bera enn fleiri vápn á enn lagaligari hátt.


Í hesum tíðum, har summi síggja, uppliva og boða frá ágangi frá morgni til myrkurs, tvíhalda tey um, at tað er serliga neyðugt júst nú at dubba seg og síni við nýggjastu og munadyggastu vápnum. Tað halda tey flestu, serliga religiøs, hvít og konservativ, har í landinum.

Samstundis fata vit føroyingar hin nýggja heimin sum Guds gávu til frælsi og framburð, ikki minst tá íverksetarin skal smíða sær eydnuna góða. USA er ímyndin av frælsi. Í hvussu er, tá vit koyra á teirra vegum og vitja teirra blíða land og fólk. Eg elski tað.

Tí er tað løgið, at teir amerikanarar, sum av onkrari umbidnari orsøk koma higar at framføra eitthvørt fyri eini føroyskari fjøld, eru so sjónliga trigger happy. So ídnir at lovprísa vápnum, og so ídnir at stuðla upp undir Landsbyrsufelagið har í landinum.


Tað var galdandi fyri ein prædikumann, Franklin Graham, sum hevið brotið breyð og biðið morgunbøn undir amerikanska flagginum saman við Landsbyrsufelagnum, innan hann í fjør summar kom higar at prædika persónliga frelsu. Og tað er eisini galdandi fyri ein sangara úr Texas, Larry Gatlin, sum undir frámerkinum gospel kemur higar at syngja og spæla í næsta mánað. Trýst á myndina um tú torir!


Umframt at hann sendir tílík Wake Up Calls til Barack Obama forseta á YouTube í heilum, og sæst saman við fremsta republikanska forsetavalevninum, Donald Trump, so er hansara størsta hitt beint nú um Remington rifluna, og persónliga rættin og tjóðskaparligu skylduna at bera hetta friðarelskandi vápn. Ikki friðarpípuna, sum hvíti nýbyggjarin úr gomlu verðini tók frá reyða upprunafólkinum í nýggja heiminum, men blonku Remington rifluna hjá heimsins størstu patrónfabrikk í frælsislandinum. Tað er í sanginum An American With A Remington. Og hann kallar seg gospelsangara.


Tað sum undrar meg er samanrenningin millum at siga seg prædika Guds orð, og í sama andadrátti at dyrka tær djevulsins perlur, sum Steve Earle sygur um í The pistol is the devil’s right hand. Og eg kann ikki annað enn geva honum rætt, Earle. Serliga í innganginum í hesi konsertupptøku frá BBC. Byrsan og vápnaídnaðurin eru djevulsins verk, og eiga ikki á nakran hátt at sampakka við kristið trúar- og samkomulív. Her eru endaorðini úr velduga sanginum hjá Steve Earle:

The trial was in the morning and they drug me out of bed
Asked me how I pleaded, not guilty I said
Not guilty I said, you've got the wrong man
Nothing touched the trigger but the devil's right hand