Skip to main content

Ensk-ismur í føroyskum


Teldutala

Sosialurin er tíðliga út við ársins móðurmálsdegi, sum á hvørjum ári er 25. mars. Tað er føðingardagurin hjá V.U. Hammershaimb, ið legði lunnar undir føroyska skriftmálið. Men í ár er føðingardagurin eisini Langi fríggjadagur. Tí verður móðurmálsdagurin hildin seinni. Men longu nú, ja alt árið í kring, kunnu skúlarnir taka evnið upp. Á undirvísingarsíðunum Snar, hevur seinastu árini verið sagt soleiðis:

"Nám heitir í hesum sambandi á skúlar í landinum at leggja sær móðurmálsdagin í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti."

Á aktuellu temasíðuni um móðurmálsdagin, verður ljós varpað á júst tað evnið, sum verður tikið upp í ár - tað angulsaksiska, ella ensk-ismur í dagsins føroyska máli, serliga hjá ungum. Her er undirvísingarsíðan hjá Snar, sum er klár at brúka í øllum skúlum: