24.2.16

Fimtan orðabøkur - men hví tvær danskar?


Teldutala

Nú eru 695.914 leitorð í orðabókunum hjá Sprotanum. Tey bíða bara eftir einum klikki frá tær, sigur posttænastan hjá Føroya virknasta forlagi. Frálík tænasta at hava við hondina hvønn dag. Men nú eru tvær nýggjar orðabøkur komnar afturat, so tær eru tilsamans fimtan. Umframt tiltaksorðabókina, sum eg ikki havi roynt enn, er dansk-føroyska orðabókin hjá Orðabókagrunninum komin afturat somu orðabók hjá Sprotanum.

Hin fyrra, vanliga nevnd hon hjá Hjalmari, telur 54.410 leitorð og verður dagførd einaferð um árið, meðan hin seinna telur 79.631 leitorð og verður dagførd regluliga.

Dagsins fyrsta orð sum vinmaðurin Óla Jákup eftirlýsir í rættstavingarbólkinum á Facebook er hagekød. Hvat er tað? Dansk-føroyska orðabókin hjá Hjalmari spyr, um eg meini við hakkekød. Tað geri eg ikki. Størra orðabókin gevur mær svar uppá tað, eg havi spurt um:

Undrist yvir at tvær danskar dyr skulu vera úr okkara lítla landi. Men tað er kanska so all over. Tvey av øllum. Bíbliutýðingar, atlas og alt. Tvey av øllum, sum føroyskt er. Orsaka, førist. Fari at kannað internet, at vita um munur er á interneti og alneti. Hin minna spyr, um eg meini við internat:


So fái eg blóð á tonna at spyrja um orðið computer. Jú, nú kemur undan kavi, at týsk-føroyska orðabókin hevur ikki færri enn 61 computer-orð. Donsk-føroyska og ensk-føroyska orðabókin hjá Sprotanum hava 10 tilvísingar, hin minna hjá Orðabókagrunninum bara eitt.


Hetta fær meg at hugsa tann tanka, hví skulu vit stríðast við hesum tvørballstvætlinum? Hví ikki seta orðabøkurnar saman og víðka um heildina í einari danskt-føroyskari eind?

Teljarin hjá Sprotanum sigur, at 8.317.459 leitingar hava verið í netorðabókunum. Í talgilda samfelagnum ber eisini til at síggja, at danskt-føroysku leitingarnar eru nógv tær flestu. Á hesum blogginum kann eg eisini síggja, at eg havi ein lesara í Nuuk, sum brúkar Netscape. Soleiðis eru vit øll vavd inn í talgilda samfelagið og sleppa aldri útaftur, hvussu føroyski skúlin so velur at stríðast móti maskinunum.

Meðan talgilda samfelagið gamaní er ein argur fíggindi og tíðartjóður, er talgilda samfelagið eisini ein góður tænari. Við talgildum orðabókum, bloggum og Facebook eru møguleikarnir at skriva betri enn teir nakrantíð hava verið. Eingin skrivar so nógv í almenna rúminum sum nú. Lat so fara at Várharra’sa trý fremstu sannleiksvitni, Jóan Pauli í Geil, Beinir Joensen og Páll Poulsen, skriva alla staðni, har ein veggur er. Tað er prísurin fyri at liva og anda í talgilda vitanarsamfelagnum.