18.2.16

Fyrsta søgan um ríkisfelagsskapin


Teldutala

Í kvøld var fyrsti partur av seks um ríkisfelagsskapin sendur í Sjónvarpinum. Tað er danski journalisturin Martin Breum, ið hevur gjørt sendingarnar, sum eru týddar til føroyskt. Og tað er frálíkt, bæði at tær verða týddar, og at ríkisfelagsskapurin verður settur á skrá við flaggstongum og øllum. Tað er aldri hent áður. Hitti Breum í 2011, tá hann gav út bókina Når isen smelter, ið sum undirheitið sigur er um Danmark sum stórveldi í Arktis, olju í Grønlandi og kappingina um Norðpólin. Sjálvur hevur Breum búð í Grønlandi. Erland Viberg Joensen skaraði framur sum føroyskur frásøgumaður í hesum fyrsta parti. Annars var tilfarið nakað stirvið, serliga myndasíðan, ið minti mest um eitt gamaldags slide show í framløgu av eini verkætlanaruppgávu. Her var absolutt eingin kíning fyri visuellum frásøgusnildum. Alt hekk á forteljarunum, og gjørdi tí sendingina óneyðuga stirvna. Meðan Erland tosaði føroyskt, hevði Jóan Pauli Joensen av onkrari óransakiligari orsøk valt at orða seg á donskum. Tað ørkymlaði framsetingina, ið tilsamans tyktist mær at vera ov bundna av fólksligum Norrønafelags-upplýsingaranda, uttan at brýggja seg um visuella miðilin. Hetta var ov nógv dias. Mest umráðandi var at fáa søgurnar frá hondini. Tilfarið gjørdist tí ov lítið perspektiverandi, til dømis um grønlendska sambandið við kristindómin og sálmasangin, og ikki minst um lampeslukningsfest, sum eg vildi hoyrt meir um. Eftir sendingina var prát við Jóan Paula um tíðina, sum varð lýst í sendingini. Prátið kendist mær ov drúgt, kanska tí at tað var uttan eitt greitt fokus. Vónandi verða komandi fimm partarnir saftigari við betri myndum og hvassari práti eftir sendingina. Sum donsk skúlasending var hetta íkast um ríkisfelagsskapin ein okay byrjan, men sum professionell sjónvarpsframleiðsla á DRK hevði eg vænta mær munandi hægri production value.