Skip to main content

Grýlur í Havn


Henda grýlan við reyðari nøs hevur staðið stird á Tinghúsvøllinum um vikuskiftið. Álmanakkin sigur, at í ár er føstulávintsmánadagur 8. februar. Næstu tveir dagarnir eita grýlukvøld og øskudagur.


- Í dag er føstulávint fyrst og fremst ein barnaveitsla. Tað ræður um at lata seg í grýluklæði, og at ganga grýla. Skúlar og barnagarðar kring landið skipa fyri tunnusláing, har kattakongurin ella -drotningin fær krúnu. Kanska fær vakrasta grýlan eitt gávukort úr einum handli. Men hví halda vit føstulávint, spyr temasíðan hjá Námi um føstulávint og gevur fleiri uppskot um undirvísingargongdir í fólkaskúlanum, heilt frá at gera gekkaskortar og grýluklæði heima, sláa tunnu í Sumba, og at lesa um Grýluna í Stapa, sum er spennandi stuttsøgan hjá Williami Heinesen fyri tey elstu.


Millum tær mongu grýlurnar vóru hesar níggju í durinum í kvøld. Eftir dagsins grýlumóta vóru tær vælklæddar og vælmæltar, og dugdu eisini sjáldsama væl at posera, serliga tær fremstu. Og so struku tær avstað aftur, einglaveingjaðu grýlurnar í eysturbýnum í Havn.


Og so komu nakrar groovy rock'n'roll grýlur, har Ziggy Stardust frá 1973 helst var hin flottasta. Tað er hon, sum hyggur í spegilin niðanfyri.