Skip to main content

Hvør vinnur Oscarvirðislønirnar?


Teldutala

Tey rulla reyða teppið í túninum í Hollywood. Sunnukvøldið 28. februar verður Oscarhandanin hildin á 88. sinni í The Dolby Theatre í Hollywood, og send beinleiðis við Chris Rock sum verti í ABC Television í fleiri enn 225 londum, teirra millum í Føroyum, har eldsálir fara at vísa alt sjovið í Reinsarínum.

Filmur er tann listagrein, sum mest er tengd at ídnaði, framleiðslu og merkantilari útbreiðslu. Tí er Oscarhandanin týdningarmesta átak í øllum filmskalendaranum. Hvørt ár.

Eins og undanfarin ár er serliga spennandi at fylgja við í kappingini um besta útlendska filmin, Best Foreign Language Film. Øll luttakandi filmslond hava valt ein film, sum umboðar teirra land. Filmsnevndin, The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, kannar eftir, at filmarnir hava verið sýndir í biografunum í tíðarskeiðnum frá 1. oktober í 2014 til 30. september í 2015, og at filmurin ikki er gjørdur í USA og hevur eitt annað høvuðsmál enn enskt.

Filmarnir verða mettir á fundi í fremmandamálsnevndini í The Academy of Motion Picture Arts and Sciences, sum velur seks filmar, ið sleppa víðari. Síðan velur ein onnur úrvalsnevnd tríggjar filmar, fyri at tryggja eina javnvág. Nú eru níggju útlendskir filmar á listanum. So hyggja tvær amerikanskar filmsnevndir, ein á eysturstrondini og ein á vesturstrondini, eftir teim níggju filmunum og semjast um fimm filmar, sum endaliga verða settir á Oscarskránna sum kappingarneytar.

Besti útlendski filmur skal í ár finnast millum fimm filmar, sum hava hesi ensku heiti:

"Son of Saul," László Nemes úr Ungarn
"A War," Tobias Lindholm úr Danmark
"Embrace of the Serpent," Ciro Guerra úr Kolumbia
"Mustang," Deniz Gamze Ergüven úr Fraklandi
"Theeb," Naji Abu Nowar úr Jordan


Danski filmurin Krigen (A War, Tobias Lindholm 2015) við Pilou Asbæk í høvuðsleiklutinum er einasta kortið á norðurlendskum hondum. Umframt at vera dokumentariskt realistiskur spælifilmur, alment viðkomandi og týdningarmikil í breiðum samfelagskjaki, er hann aktuellur, tí hann snýr seg um krígsluttøkuna í Afganistan og ikki minst um eitt rættarligt eftirspæl heima í Danmark, har børnini spyrja um tað passar, at pápin hevur dripið børn. Hvør sigur sætt, og hvat tænir persónligu, tjóðskaparligu og altjóða rættarligu søkini? Hvat siga juristarnir í endanum? Sterkur filmur, sum umframt í Danmark, eisini er tikin í Turkalandi, Spania og Jordan. Leikstjórin Tobias Lindholm og kendi leikarin Pilou Asbæk hava fyrr arbeitt saman.

Men sum sæst niðanfyri, peiki eg á ungarska holocaustfilmin Sonur Saul, sum Filmsfelagið vísir í Havnar Bio mikukvøldið 2. mars.


Í fjør eydnaðist Filmsfelagnum at vísa allar teir fimm filmarnar, sum tá kappaðust um hesa virðisløn. Teir vóru pólski Ida, sum vann, russiski Leviathan, georgiski Mandariunur, móritanski Timbuktu og argentinski Wild Tales. Tilsamans fimm fantastiskir filmar, sum geva okkum livandi innlit í filmsgerð í fjarum londum, ið øll hava eina ríka filmsmentan og ein livandi filmsídnað

Summi gera tað til eina ítrótt at gita. Tað fari eg at gera sunnukvøldið og eitt sindur longu her á mikukvøldsblogginum. Bólkarnir, sum verða virðisløntir, eru 24. Millum teir filmar, filmsleikarar og filmsfólk, sum endaliga eru skotin upp at kappast um Oscarvirðislønina í ár, velji eg hesar:


Besti filmur: The Revenant
Besti mannligi høvuðsleikari: Leonardo di Caprio
Besti kvinnuligi høvuðsleikari: Kate Blanchett
Besti maður í minni leikluti: Tom Hardy
Besta kvinna í minni leikluti: Rooney Mara
Besti animatiónsfilmur: Anomalisa
Besti fotografur: Emmanuel Lubezki Morgenstern
Bestu klæði: Paco Delgado
Besti leikstjóri: Alejandro González Iñárritu
Besti heimildarfilmur: Amy
Besti stutti heimildarfilmur: Clade Lanzmann: Spectres of the Shoah
Besta filmklipping: Stephen Mirrione
Besti útlendski filmur: Sonur Saul
Besta smyrsl og hár: The Revenant
Besti tónleikur: The Hateful Eight
Besti sangur: Simple song #3 Youth
Besta framleiðslusnið: Jack Fisk, The Revenant
Besta ljóð: The Revenant
Besta ljóðmix: The Revenant
Bestu visuellu effektir: The Revenant
Besta tillagaða handrit: Nick Hornby, Brooklyn
Besta upprunahandrit: Charman, Cohen & Cohen, Bridge of Spies

Livst, so spyrst!

Her er ársins Oscarplakat: