29.2.16

Klipp í februar


Í dag, næstseinasta dag í februar, sóust tjøldur í stórum tali á Ytru Fløtum í Norðradali. Ein góð upptakt til Oscar Night við kola og pitsa.


Omanfyri er klipp úr plakat hjá Filmsfelagnum, sum Ole Wich gjørdi í 1987, tá norðurlendskir filmsdagar vóru í Norðurlandahúsinum. Tjóðfuglurin liggur tungur á viðbreknu føroysku filmseggunum, sum eru úr celluloid. Undir er svarta hellan, sum skuldi prentast fleiri ferðir at fáa rætta djúpa blásvarta litin. Plakatin, ið var long sum eitt filmsklipp, varð prentað hjá Einars Prent. Niðanfyri er klipp úr veddingarseðilinum um Oscarvinnarar í ár. Av 22 fekk eg bara 6 røtt.