21.2.16

Lampedusa á løriftið


Teldutala

Besti filmur á 66. filmstevnuni í Berlin er ein italskur heimildarfilmur um flóttafólk, sum koma til oynna Lampedusa. Heitið er Fuocoammare (Eldur á sjónum) og leikstjóri er Gianfranco Rosi, sum á myndini fær Gyltu Bjørnina.

Í eitt ár búði hann á lítlu oynni, sum upprunaliga telur 6000 íbúgvar, men síðan aldarskiftið hevur verið rakt av einum floymi av afrikanskum flóttafólkum, onkur sigur minst 400.000. Nú fer flóttafólkastreymurin Balkanleiðina um Turkaland og Grikkaland.

Filmbloggurin IndieWire sigur, at filmurin er A Superb Snapshot of the Refugee Crisis. Filmsleigufelagið hjá Grand Teater í Keypmannahavn, Camera Film, hevur keypt filmin til sýningar í Danmark út á heystið. Tí eru útlitini góð fyri at virðislønti flóttafólkafilmurin eisini verður partur av skránni hjá Filmsfelagnum í Havnar Bio tá.

Týska filmsstevnan, sum vanliga verður kallað Der Berlinale, upplýsir, at bara í fjør komu fleiri enn 70.000 flóttafólk til Berlin. Tí hava tey serlig tiltøk, so eisini fátøk sleppa til sýningar og tiltøk í býnum.

Í fjør vann iranski leikstjórin Jafar Panahi virðislønina fyri filmin Taxi, sum hann filmaði í bilinum, tí hann ikki fekk loyvi at filma úti. Filmstevnan í Berlin er ein av heimsins størstu og mest týðandi.

Alternativa filmsvalið í Berlin stuðlar ikki bara upp undir siðbundna biograffilmsmiðilin, men gevur filmi støðugt nýggja listarliga útbreiðslu um allan heimin.