Skip to main content

Ná, er tað Uni, sum hevur vakt í kvøld?


Teldutala

Minnist úr Útvarpinum á Bryggjubakka, at vit kundu gita, hvør teknikari hevði vakt. Tað var nokkso stuttligt, tí teknikarnir vóru so ymskir, frá Milson og Marius til Finnboga og Carsten, og so allir hinir, sum tilsamans høvdu so framúr smakk og vitan um tónleik og plátur. Hesin førleiki kom serliga til sjóndar leygardagar, tá Útvarpið knýtti morgun- og middagssendingina í kvøldsendingina og fyri fyrstu ferð sendi allan dagin. Tað kravdi sín mann. Men so kundi tað henda, at tíðin var knøpp, teknikarin møtti seint, og hann, sum var farin heim, hevði ikki ruddað upp eftir sær. So lá ein stakkur av LP plátum á gólvinum, kanska Herb Alpert ovast, og einki annað var at gera, enn at spæla ovastu plátuna. Men ólukkutíð, hetta var júst hin sama, sum heimfarni teknikarin hevði spælt. Tað hevði eg sum nývaknaður rímiligvís ikki hoyrt. Soleiðis kundi eins egna val hoyrast um tað ganska land. Tað var nokkso stuttligt at hava sovorðna makt. At bestemma, hvat øll í Føroyum skuldu hoyra. The Lonely Bull og ikki La Montanara.

Henda lágpraktiska maktfilosofi í føroysku miðlunum kom mær til hugs, tá Dagur & Vika byrjaði í kvøld.

Føroyskar og so íslendskar kvinnur, sum á Björk-enskum vilja sleppa at spæla rock. Fínasta slag. Men tað blívur við. Og aftur tónleikur, bíðilistar á musikkskúla og at enda Cliff, sum vil vísa, hvat klaksvíkingar meina við, tá teir bjóða til brak á Vágsbøi.

- Ná, er tað Uni, sum hevur vakt í kvøld? Jú, so var. Tað síggi eg í endatekstinum.

Eg haldi at redaktiónirnar, onkur sigur at tær eru fýra - Jógvan sigur at har er bara ein, sum ikki vil kappast, eg haldi at hann hevur rætt, Jógvan - tær vilja ikki kappast, redaktiónirnar í Kringvarpinum. Tað er sum á Bryggjubakka. Tað kemur ann uppá, hvør er til arbeiðis. Annan vegin er tað bæði gott og spennandi, tí vit aldri vita, hvat vit fáa, og tað er júst kjarninum í bráðtíðindum: aldri at vita, hvat hendir. Tí ikki fyrr enn vit hava fingið tað at vita, so er tað hent, og vit vita at tað, sum er hent, er hent. Tað er líkasum natúran í tíðindum. Men hinvegin, so er tað eitt sindur keðiligt. Tí tað ber boð um eina redaktión, sum ikki fungerar.