Skip to main content

Kúganarvald


Teldutala

Var í biograf í kvøld og sá nýggjasta filmin eftir krimisøgu hjá danska Jussi Adler-Olsen. Religión á fátækrabygd er karmur um alla gongdina í nútíðar krimisøguni, ið er eitt neyðarróp frá einum barni í eini samkomu. Neyðarrópið er ein fløskupostur. Hyggja vit um okkum, er greitt, hvussu stórt rúm religión ruddar fyri sær í persónliga frælsinum á øllum økjum. Í dag, fýra dagar undan altjóða kvinnudegnum, ger Sosialurin greitt, at vit hava eitt vald í Føroyum, sum eg má í orðabókina, at seta orð á. Kúganarvald. Ikki gudstrúgv, men fyriskipað og útint religión, sum er so ítøkilig, at hon kann merkjast í einum handartaki í eini lítlari ríkmannabygd. Tað er sjón fyri søgn og orð fyri pressu í grein í Vikuskiftissosialinum í kvøld, har tosað verður við tvey skilafólk úr Gøtu, Honnu Jensen, løgtingslim, og Zacharias Zachariasen, elstaráðslim í Filadelfia. Hanna, sum er forkvinna í løgtingsins Mentanarnevnd, skilir ikki, hví ein lítil løgfrøðilig broyting í hjúnabandslógin, sum skjótt verður gloymd, og ikki onnur grundleggjandi stórmál, so sum hvussu landsins ríkidømi skal býtast og fíggjarlógin skipast, skal elva til hetta rok, sum samkomur skapa, og gera seg sjálvar til argastu fíggindar av.


Skilamaðurin Zacharias, sum er ímyndin av virkni og víðsýni sum eingin annar í øllum teim føroysku brøðrasamkomunum, er í almenna rúminum vorðin garanturin fyri einum kúganarveldi, sum í orð og talu gevur Føroya fremstu tingkvinnu munnkurv. 


Pressan hevur givið mær eitt innlit, sum eg helst vildi verði fyriuttan. Tað fer pressan í Boston eisini at geva mær mikukvøldið, tá filmurin Spotlight verður vístur. Heimskendur og virðisløntur sum eingin annar í løtuni. Heimligi Sosialurin vísur okkum, eins og Bogi í kjakinum eftir Dag & Viku týskvøldið, hví tað er neyðugt við eini støðugt gravandi pressu í nútíðarsamfelagnum. Gott vikuskifti, Sosialurin!