29.3.16

Lendur í summartíð


Eftir seytjan dagar í páskafrí á Flatlondum er man lendur aftur í Vágum. Stilt og kalt, og tí ein góð og rólig flogferð. Geytirnar hava fingið nummar, og vit verða beind til hina fyrstu, Gate One, Faroe Islands.


Tá vit koma í Kollfjarðardal er landið sum eitt lívlýsandi myndaspæl, ið alla tíðina skiftir. Taksabilurin verður ein organisk ramma um føroyska listaverkið fyrsta arbeiðsdag eftir summarklokkuni, átjan dagar fyri at Várframsýningin letur upp og ljósu nætur byrja.

Í góða morgunljósinum roknar sjafførurin lukkutíð út, at skjótast er at koyra eftir Oyggjarvegnum. Hitavísarin sigur eitt stig.


Útsýnið ger dagsins orð, trædemølle, minni keðiligt, nú arbeiðsdagurin skal takast upp aftur.